33 ár í dag síðan Skemman (Jysk Sengetøjslager ) lat upp
Í dag eru júst 33 ár síðan handlin Skemman lat upp á Hálsi. Tað var kendi vinnulívsmaðurin Jákup Jacobsen, sum lat handlin upp í hølunum hjá Pf. Jákup á Dul á Halsi. Skemman skuldi eins og í dag selja vørur hjá Jysk Sengetøjslager, sum seinni broytti navn til Jysk.
Jysk Sengetøjslager við Lars Larsen hevði framanundan sent faldarar ( príslistar, sum tað æt tá ) í hvørt hús í føroyum. Síðan " bestilti " føroyingar vørur frá Jysk heim við postinum.
Dagblaði skrivaði í 1986, at Jysk Sengetøjslager hevði einar 5.000 kundar í Føroyum, tá.
Í dag heldur Skemman til í bygninginum beint við síðuna av, har tey lótu upp fyri 33 árum síðani.
Tað er Dan Hansen av Toftum, sum er leiðari fyri Skemmuni.
Vit hava lagt eina mynd við, sum vísur greinina í Dagblaðnum frá 1986.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











