Eg havi heldur ikki upplivað so nógvan fisk sum nú
Rokfiskiskapurin er ein eyka signing frá í erva av
-Ofta verður sagt, og tað kemur úr Gamla Testamenti, at tað vanliga eru sjey góð ár og so sjey rakár. Men eg haldi, at tey sjey rak árini gjørdust longri enn vanligt, ja, heilt til nú- sigur skiparin á Núpi, John Kári Jacobsen.
-Eg havi upplivað rokfiskiskap tá toskurin kom aftur í 90unum og aftaná aldarskiftið, men tílíkan fiskiskap, sum nú, havi eg ongantíð upplivað og neyðvan nakar núlivandi føroyingur. Eg haldi hetta er ein eyka signing frá í erva av- sigur Johan Kári.
-Eg havi heldur ikki upplivað so nógvan fisk sum nú. Natúran “spælir við” og onnur grund er neyðvan- sigur stýrimaðurin Tommy Sivertsen.
-Vit hava einki fordømi um so nógvan fisk, so eg veit ikki hvussu leingi hesin fiskiskapurin verður. Men finnur fiskurin føði, so verður hann, men manglar føðin, rímir hann óivað- sigur Tommy.
-Tá nú fiskurin endiliga er komin, vóni eg, hann verður verandi í nøkur ár. Hetta árið er gott hjá línuskipunum og harafturat hava útróðrarbátarnir rokast. Hetta er frálíkt og kærkomi- sigur John Kári.
Núpur fór nýggjan túr undir Føroyar seinnapartin.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag. Tíð var eisini til takkarløtu við bøn um Guds signing og varðveitslu.
skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Mynd TJ -myndir.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











