Rák (43) Fordómar móti børnum við ADHD viðføra angist og tunglyndi
Børn við ADHD møta somikið nógvar fordómar og negativar impulsir í gerandisdegnum at nógv teirra fáa bæði angist og tunglyndi, tí er týdningarmikið at upplýsa um ADHD. Tað sigur Bjørg Dam, forkvinna í Føroyska ADHD felagnum. Hon greiðir eisini frá, at børn við ADHD mennast í miðal trý ár seinni í heilanum enn javnaldrar og tað kann verða torført hjá umheiminum at skilja og rúma.
Rák snýr seg hesa vikuna um ADHD. Tosað verður við føroyska ADHD felagið og við tvey umboð frá Íslendska ADHD felagagnum - forkvinnuna, Elin Hendriksdóttir, og næstformannin, Vilhjálm Hjálmarsson, sum fekk staðfest ADHD sum vaksin.
Talið av børnum sum hava ADHD liggur millum 4% og 12%. Talið broytist frá landi til land tí diagnostiseringin er ymisk. Talið av vaksnum fólki við ADHD er nakað lægri, tí man kann vaksa frá ADHD. Tilburðir av ADHD í Føroyum eru lægri enn aðrastaðni, og føroyska ADHD felagið ber ótta fyri at hetta kemst av, at fakfólk í skúlum og barnagørðum duga ov illa at eyðmerkja ADHD. Funnist verður eisini at vantandi samstarv millum geirðar í Føroyum.
Í sendingini verður harumframt tosað um viðgerð av ADHD, um týdningin av diagnostisering og um positivar og negativar síður av at hava ADHD.
Annika Bolton Mortensen er vertur í sendingini.
Rák er á R7 mikudagar kl. 13.
Mest lisið í farnu viku
Vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Andakt

Bjørn Kunoy í havrættardómstólinum

Bretskt lið keyptu leikarar fyri 6,9 mia. í Januar

Byggja mini kjarnorkuverk í Kanada

Fiskimálaráðharrin vitjaði Akstovuna

Framløga um avrigging av oljupallum

Harður jarðsjálvti í Turkalandi og Sýria

Húsaprísir vandi fyri búskapin

Ískoytisútbúgvingin í kirkjukunnleika góðkend

ÍtróttaNAVNIÐ 2022

Katastrofa: Bretar brúktu lím til at umvæla kjarnorkukavbát

Kommunala reglugerðin leingir um status quo

Landsstýrismaðurin í lógarmálum fer í barsilsfarloyvi

Meira um endurgjald fyri ansing av sjúkum barni

MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Nú skal Løgtingi loyva ES at lóggeva í Føroyum

Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Eysturoynni er nú greitt.

Vinnarar á ÍtróttaFAGNAÐINUM 2022

Ynskja at varveita Dýra biðidag

Æðrasoppar, Brimheim og Marianna Winter til The Great Escape!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi










