LJÓÐBROT: Kári Sólstein mentanarleiðari í Kringvarpinum: KVF arbeiðir við nýggjari útvarpsrás
Kári Sólstein, sum framanundan hevði verið virkandi mentanarleiðari í Kringvarpinum, var í mai í ár settur í fast starv sum deildarleiðari fyri Mentan fram til 31. oktober 2020.
Longu nú sæst hvat mentanardeildin arbeiðir við. Sum skilst, so er ein nýggj útvarpsrás er á veg í almenna kringvarpinum.
Í sendingini Pressan, sum er hvønn fríggjamorgun, segði Kári Sólstein fyri løtu síðani " vit arbeiða m.a við eini nýggjari útvarpsrás ". Eg kann ikki koma nærri inn á hetta, segði hann.
TRYST Á PÍLIN OMANFYRI OG HOYR Kára Sólstein.
Um talan er um at keypa ella leiga seg inn í eina av verðandi rásum, eitt nú FM1, Lindina ella R7 vita vit ikki.
Vit hava spurt stjóran á R7, Petur Jacobsen, um hann er kontaktaður av KVF. Hann avvísur at Kringvarp Føroya hevur víst áhuga fyri at keypa ella leiga útvarpsrásina R7.
Vit eru altíð til reiðar at tosa, um so er, leggur hann aftrat.
Kringvarp Føroya kann sjálvandi eisini seta nýtt sendinet upp, so nýggj almenn rás kann setast á stovn. Tað fáa vit so at vita seinni, skilst á Kári Sólstein í ljóðbrotinum omanfyri. TRYST Á PÍLIN OMANFYRI OG HOYR.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











