Vestmanna: Neystini taka skap
Tann 23. oktober 2018 samtykti Vestmanna Bygdarráð, at útvega vestmenningum neystalendi, tað arbeiði er longu í gongd.
Sum myndirnar vísa, so er arbeiði við neystunum í gongd.
Vestmanna Bygdarráð helt fund 23.oktober 2018 um neystini.
Mál 108
Útstykking av neystalendum í grótbrotinum í Stóragerði
J.nr. 01.04.00-10-18
Tekniska Nevnd viðgjørdi á fundi 16. oktober 2018 tilmæli frá teknisku deild um útstykking av
neystalendum í grótbrotinum í Stóragerði.
Tekniska deild mælir til at útstykkja sambært korti, dagf. 2. desember 2016. Hetta er sama
kort, sum nýtt varð í samband við broyting av byggisamtyktini, tá havnarlendi varð broytt til
neystalendi.Nevndin mælir til at útstykkja sambært tilmæli frá teknisku deild.
Viðv. 108
Á fundinum skjeyt Pauli T. Petersen upp at skoyta upp í tilmælið at senda skriv út til umsøkjararnar um, hvussu Vestmanna Kommuna ætlar at skipa stoypingin av neystaveggjunum.
Tilmælið við ískoytinum hjá Paula T. Petersen var einmælt samtykt.
Tað er Vestmanna kommuna sum stoypir og eigur neystaveggirnar í grótbrotinum í Stóragerði. Síðani leigar kommunan tey 9 neystini út til tey sum hava søkt.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











