Standmynd av Andreu Árting fingið stuðul
Tað hevur leingi verið ynski um at heiðra minnið um Andreu Árting, og nú hevur Tórshavnar býráð samtykt at fara undir fyrireikingar at seta eina standmynd upp av kendu og serstøku kvinnuni mitt í Havn.
Standmyndin skal reisast fyri Andreu Árting, hennara virki innan fakfelagsrørsluna og kappróðurin.
Fyribils hevur Tórshavnar Kommuna játtað kr. 300.000, og málið er at fáa á leið somu upphædd í stuðli og gávum. Ætlanin er at byrja verkætlanina í fyrru helvt av 2020, og kommunan umhugsar at stilla standmyndina av Andreu Árting í Steinatún.
Verkætlanin er ætlað sum samstarv millum Tórshavnar Kommunu, fakfeløg og aðrar áhugapartar úr vinnulívinum. Tey vilja fegin frætta frá øðrum, sum vilja stuðla verkætlanini við størri ella minni upphædd.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu stendur um Andreu Árting, at hon varð borin í heim 23. desember 1891 og andaðist 30. mai 1988.
Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá hon í ringastu tíðum í 1930’unum púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Kreppan hevði við sær, at fakfeløgini vóru undir trýsti, men tað nervaði tó ikki Andreu. Hon var órørd og segði altíð tingini beint fram, sama hvar hon var.
Við sínum eyðsýnda sosiala tilviti gjørdist hon ein ímynd fyri fakfelagsstríðið í Føroyum í 20. øld. Alt sítt vaksna lív setti hon rættindini hjá kvinnum í brennidepilin.
Hóast hon ongantíð sat á tingi, virkaði hon í roynd og veru sum ein sosialpolitikari. Lønin hjá arbeiðskvinnunum var størsta partin av 20. øld væl lægri enn hjá monnunum. Hetta setti Andrea sær fyri at broyta. Í 1977 rakk hon loksins úrslitinum, at kvinnur og menn skuldu fáa líka løn fyri sama arbeiði. Tá hon seinni sama árið legði frá sær sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, var hon 85 ára gomul. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna.
Andrea Árting var eisini stigtakari til fyrsta kvinnuróðurin, sum var á ólavsøku 1918 - yvir 100 ár síðani.
Eru spurningar ella ynski um at stuðla, ber til at venda sær til Hannu Simonsen, málsviðgera á Mentamáladeildini, tlf. 302010 ella 302198, teldupostur hannasim@torshavn.fo.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











