Serlækni innan kvinnusjúkur og burðarfrøði sett í fast starv á Landssjúkrahúsinum
Diana Reynstind, serlækni innan kvinnusjúkur og burðarfrøði, er sett í fast starv á Landssjúkrahúsinum.
Diana Reynstind hevur lisið medisin í Keypmannahavn og spesialiserað seg innan gynekologi í Svøríki. Har hevur hon starvast, síðani hon var liðugt útbúgvin í 2016. Hetta er tó ikki fyrstu ferð Diana Reynstind fer til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum, har hon hevur starvast sum avloysari gjøgnum árini.
Diana ynskti upprunaliga at gerast ljósmóðir, men slapp ikki inn. - Í staðin fór eg at lesa medisin og havi síðani spesialiserað meg innan burðarfrøði og kvinnusjúkur. Og eg elski mítt arbeiði.
Nógv spennandi er fyri framman innan økið hjá Dianu Reynstind, m.a. flytingin í nýggja H-bygningin, har føðideildin eisini skal húsast. Yvirhøvur er eisini tørvur á dagføringum og broytingum á føðideildini.
- Vit standa yvir fyri nógvum spennandi avbjóðingum á økinum, og eg eri sera fegin um at vera partur av hesum arbeiðinum.
Diana er gift og eigur fýra børn. Hon er ættað úr Miðvági, men búsitandi í Havn, sum er eitt krav fyri at røkja starvið, tí sum burðarlækni skal hon altíð vera tøk. Helst um ein barnakona kemur inn á deildina við trupulleikum í sambandi við føðing.
Diana byrjaði í starvinum í summar. Eingin hevur røkt starvið, síðani Steintóra Samuelsen andaðist í 2018.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











