Jákup Jacobsen fekk ársins Sálarheilsuvirðisløn 2019
Í grundgevingini frá Sinnisbata stendur millum annað: "Jákup Jacobsen hevur í mong ár arbeitt miðvíst við kropsligari venjing og hevur víst ein greiðan hugburð um, at rørsla er týdningarmikil fyri góðari heilsu, bæði kropsliga og sálarliga."
Í Grundgevingini stendur víðari,
- Jákup er eigari av Yndi Fitness, og her hevur hann arbeitt savnandi fyri fólki við sálarligum avbjóðingum. Við hesum ynskja vit at heiðra hansara jaliga, blíða og motiverandi hugburði mótvegis íðkarum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Hann hevur til fulnar havt ein hugburð um, at rørsla er góð fyri bæði skinn og sinn.
Hetta hevur hann víst í verki við at loyva starvsfólkum fríða atgongd í fitnessmiðstøðina, saman við borgarum, sum eru limir, men vegna sálarligar avbjóðingar, ikki megna at íðka einsamøll. Jákup er altíð sera blíður og rættur gleðiliga eina hjálpandi hond soleiðis, at ein kennir seg vælkomnan.
Eisini er Jákup ein slóðbrótandi fyrimynd, tá hann, sum sjálvstøðugt vinnurekandi, bjóðar borgarum og teirra mentor við at venja, so tað gerst møguligt at venja hjá einum, sum annars ikki var farin einsamallur vegna sínum sálarligu avbjóðingum.
Tað er Sinnisbati, ið letur ársins Sálarheilsuvirðisløn triðja árið á rað.
Almenningurin, einstaklingar og feløg hava havt høvi at skjóta einstakling ella bólk upp, sum tey halda hevur hendan heiður uppibornan.
Handanin var á Altjóða Sálarheilsudegnum í dag, sum varð hildin í Østrøm í Tórshavn.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur