Elsebeth á vitjan hjá Bústøðum
Nýggja landstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, var herfyri á vitjan hjá Bústøðum, har høvið var at heilsa uppá leiðslu, stýrið og starvsfólkini á Bústøðum annars.
Á fundinum greiddu stýrisformaðurin og stjórin frá um virksemið hjá Bústøðum. Greitt varð frá um byggiverkætlanirnar og leigubústaðirnar. Tosað varð um, hvørjar ætlanir nýggja samgongan sær fyri bústaðamarknaðin og Bústaðir.
Avtalað varð at Bústaðir Almannamálaráðið koma at hava regluligar fundir.
Kunning um Bústaðir:
Bústaðir - Føroya bústaðafelag verður fyrisitið av einum stýri við trimum limum, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tilnevnir fyri fýra ár í senn. Tann 1. november 2014 tók nýtt stýrið við, og í stýrinum sita nú:
Jóhann Mortensen, Tórshavn, formaður
Emmy Joensen, Miðvágur
Una Joensen, Tórshavn
Stjóri:
Andras Róin
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur