Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Víðkað pinkubarnascreening sett í verk

Heilsa, Innanlands | 14/10-2019 19:00

Farið verður nú undir at kanna allar nýføðingar fyri fleiri arvaligar sjúkur, ið hava lutfalsliga stóran títtleika í Føroyum. Endamálið er at finna møguligar sjúkur so skjótt sum til ber, so børnini kunnu setast í viðgerð. Tað skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni. 

Hetta er ein partur av nýggjari verkætlan, sum Katrin Eivindardóttir Danielsen, Phd, stendur fyri saman við Ljósmøðratænastuni og Rannsóknarstovuni.

Í Føroyum finnast ymsar arvaligar sjúkur í nógv størri lutfalli enn uttanlands, av tí at føroyingar eru tætt skyldir. Ímillum sjúkur við høgum títtleika eru CTD, holocarboxylase syntetasu (HLCS) brek, cystisk fibrosa, og glykogen goymslubrek (GSDIIIa). Hetta eru sjúkur, ið kunnu viðgerast.

Kanning av ílegunum kann staðfesta sjúkur beinanvegin.
Vit kenna ílegubrekini (broytingarnar í DNA raðfylgjuni), sum elva til hesar sjúkurnar í Føroyum. Tí kunnu vit kanna fyri sjúkurnar við at lesa DNA raðfylgjuna beinleiðis við sekvensering, skrivar Landssjúkrahúsið.

Endamálið við verkætlanini er við samtykki frá foreldrunum at kanna allar nýføðingar komandi trý árini fyri CTD, HLCS brek, cystiska fibrosu og GSDIIIa.

Hetta verður gjørt við at lesa raðfylgjuna av DNA-num beinleiðis, fyri at vita um sjúkuelvandi ílegubrekini eru til staðar. CTD, HLCS brek og GSDIIIa kunnu viðgerast við ávikavist karnitini, biotini og kosti. Sjúklingar við cystiskari fibrosu fáa fyribyrgjandi heilivág, ið kann betra um heilsustøðuna.

Verandi kanningarháttur við PKU-kortum ikki altíð heilt eftirfarandi.
Í Føroyum verður kannað fyri CTD, HLCS brek og cystiska fibrosu á sonevndu PKU kortunum, ið verða tikin av nýføðingum 48-72 tímar eftir føðing. Tó vísir tað seg, at verandi kanningarháttur, ið ikki er ein ílegukanning, ikki megnar at finna øll børn við sjúkunum.

Til dømis verður karnitin, ið kanningin fyri CTD er grundað á, flutt frá mammuni til fostrið í móðurlívið, og ávirkar mongdina av karnitini, ið kann mátast í blóðinum á nýføðinginum fyrstu vikurnar.

Tískil er kanningin fyri CTD ikki eftirfarandi fyrstu tíðina eftir føðing. Foreldur verða biðin um at kanna børnini fyri CTD við nýggjari blóðroynd eftir 4 vikur fyri at økja um neyvleikan við kanningini.

Undirtøkan fyri hesum tilboðnum hevur tó ikki verið stór, og bert helvtin av børnunum verða kannað aftur. Ábendingar eru um at 1-2 børn við CTD árliga ikki verða funnin, um tey bert verða kannaði 48-72 tímar eftir føðing.

Nýggj kanning fyri glykogen goymslubrek.
Glykogen goymslubrek er ein sjáldsom sjúka uttanlands, men í Føroyum er hon lutfalsliga vanlig. Børn við GSDIIIa vísa oftast sjúkueyðkenni um 1 ára aldur og kunnu gerast álvarsliga sjúk, um tey ikki fáa skjóta viðgerð, ið er samansett av eini serligari kostætlan.

Hóast títtleikan av GSDIIIa í Føroyum og álvarsligu avleiðingunum av óviðgjørdu sjúkuni, so verður ikki kannað fyri GSDIIIa í Føroyum. Hetta er beinleiðis í stríð við tilmælini hjá WHO viðvíkjandi screening av pinkubørnum. Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi