Tað gongur væl hjá Koppi og Kannu í Tórshavn
2. árið á rað hevur Koppur og Kanna, sum húsast hjá Ide Møblum, vunnið stóru kappingina Kop & Kande League, sum er ein kapping millum teir umleið 100 handlarnar hjá Kop & Kande í Danmark, Føroyum og Grønlandi og Íslandi. Kappingin verður máld eftir hvør handil hevur stórstu framgongd og er hetta 2. Árið á rað at Koppur og Kanna hjá Ide Møblum vinnur.
Í fjør, tá handilin vann, fóru starvsfólkini hjá Koppi og Kannu í Føroyum at vitja Kählers í Portugal. Í hesum tíðarskeiðnum vóru starvsfólk á ketu-kontórinum hjá koppi og kannu í Danmark og avloystu starvsfólkini í handlinum í Tórshavn
Í ár gongur leiðin so til Finlands at vitja stóru Fiskars fyritøkuna, sum m.a. framleiðir Royal Copenhagen, Iittala og Mumi vørur og aftur í ár koma fólk av høvuðsskrivstuni hjá Kop & Kande í Danmark at halda skansan í handlinum og tey hava hópin av einastandandi góðum tilboðum við sær mánadagin og týsdagin.
Birgir Andreasen sigur at orsøkin til hesa góðu gongdina er at viðskiftafólini hava fingið eyga á spennandi deildina við teimum altíð góðu tilboðunum og skørpu prísunum, sum eru teir somu, sum hjá Koppi og Kannu í Danmark. Harumframt sigur Birgir Andreasen at tey dugnaligu starvsfólkini hjá Koppi og Kannu eiga lut í tí stóra heiðrinum, sum tað er at vinna á øllum hinum handlunum 2 ár á rað. Tey hava so sanniliga uppiborðið at sleppa hendan túrin til Finlands. Farið verður leygardag og eru tey aftur í Føroyum mikudag.
Mest lisið í farnu viku

Kokkurin er færeyingur

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Is Fake News a Myth?

Fara nú á kalvaveiðu

Tunnilsgjald

Amnesty vil hava “óavmarkađan altjóđa rætt til fosturtøku”

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Ein brokkmanslestur.

Dúvugarðar

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Hestur aftur gloymd

HOLOCAUST MINNINGARHALD

Álit viðvíkjandi klagu um setan av stjóra til Tjóðpall Føroya

City Church Tórshavn

Tímar í persiskum

Vaktarskifti á vatnverkinum

Fyribilsvegurin inni í Bø verður stongdur
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











