MSC er triðja reiðaríið, sum sleppur sær undan arktiskari farmasigling
Sveisiska reiðaríið MSC er triðja stóra bingjureiðaríið, sum hevur víst aftur at nýta landnyrðings farleiðina millum Evropa og Asia. Grundgevingin er, at Reiðaríið tekur atlit til umhvørvið í arktiska økinum.
Hini bæði stóru bingjureiðaríini, sum eisini sleppa sær undan, eru Hapag-Lloyd, og CMA CGM. Tey vísa eisini á umhvørvið.
Mærsk hevur fyrr boðað Maritime Danmark frá, at reiaríið “altíð ger sítt ítasta at avmarka neiliga ávirkan á umhvørvið" og "sum nú er ikki heldur landnyrðings farleiðin er haldbar handils alternativ til núverandi ruturnar, sum fara eystur-vestur.
Men Mærsk hevur altso ikki endaliga víst aftur at brúka landnyrðings farleiðina. Reiðaríið hevur fyrr gjørt royndarsiglingar tann vegin.
MSC sigur við sama høvi, at reiðaríið er sannført um, at tær 21 milliónir byngjurnar, sum MSC flytir árliga, enn kunnu flytast runt uttan at nýta arktisku farleiðina.
- Sum eitt ábyrgdarfult felag, við langari maritimari søgu og tokka til sjógvin, stúrir MSC fyri bráðnandi ísinum á Arktis. Tað sigur Diego Aponte, forstjóri í MSC.
Tað skrivar Maritime Danmark.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur