Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Eftirlønaruppsparing - hvør varð niðurstøðan?

Innanlands, Lesarabrøv | 18/10-2019 18:30

Tryggingareftirlitið hevur gjørt eina kanning, sum vísir, at avkastið hjá dønum í miðal, samanborið við okkara, er munandi hægri, ja, á leið tað dupulta.

Um einstaklingar, sum stjórin í pensjónsfelag segði tað, eisini hava fingið høgt avkast í Føroyum, verða tað eins nógvir, ið hava fingið undir miðal, sum hjá okkum er gott tvey procent.

Fakta er, at í umrødda tíðarskeiði hava danir vunnið væl meira enn føroyingar.

Óivað er tíðarskeiðið, 2014-18, ov stutt til at gera endaligar niðurstøður í málinum, og eg skilji ikki reiðuliga, hví soleiðis er greinað, men.

Fyri okkum uppspararar snýr tað seg um strategi og um strategiin hevur verið tann besta.

Vit hoyrdu, at stóri munurin á teimum og okkum er, at danir hava placerað meira í partabrøv og minni í lánsbrøv.

Og í hesum góðu tíðum, hevur partabrævavinningurin, sum avspeglar gongdina í vinnuni, verið hægri enn fasta avkastið, ein fær úr almennum lánsbrævi, sum ikki er eins treytað, við atliti til samfelagsviðurskifti og váða.

Tí kann man spyrja um vit, í Føroyum, hava verið ov bangin, ov lítið váðafús, ov afturhaldssinnað, ikki nóg dugnalig, ikki nóg framskygd, íkki nóg ágrýtin og so framvegis.

Ella um vit møguliga hava gjørt tað rætta, greinað yvir eitt longri tíðarskeið.

Tí tá eg sum kundi ynski at seta míni mánaðarligu gjøld í varðveitslu hjá einum pensjónsfelag, er tað tí eg meti tey betri skikkað at fáa goymsluna hjá mær at ala av sær, - at tey hava skil á tí, bæði við atliti til váða, láns- og partabrøv, og í seinna lagi, hvørja vinnu, feløg, tjóðskap – best er at samstarva við. Og eisini um eigaralut í ognum, hotelli o.l.

Tí er tað hugstoytt at hoyra, at kanningin verður skírd kærkomin, uttan at hoyra um, hvat møguliga átti at verið gjørt øðrvísi ella betri. Ella hvat nevndirnar meta um støðuna.

Ella um tíðarhorisontin á greiningini sum upplýsandi ella øvugt, í og við, at kanningin bert er yvir fýra ár, og um hvør horisontur møguliga hevði havt meira trúvirði sum samanbering.

Tí pensjónsavkast er ikki eina tilvild, men skilagóð greining, vinnu-, samfelags- og altjóðavitan, lívs- og starvsroyndir hjá fakfólki, -samstundis sum vit sum kundar, kunnu gera av váðafýsni, uttan serkunnleika á økinum.

Jú, lættast er at vera eftirklókur, men eg haldi hóast tað, at munurin millum danir og føroyingar er ov stórur til ikki at hava djúpri viðgerð enn ta, ið løgd varð fyri dagin í Degi og Viku týskvøldið.--

...Eisini havi eg latið mær fortalt, at tað eru størri umsitingarlig gjøld í Føroyum enn í Danmark, og er hetta annað evni, sum Tryggingareftirlitið átti at hugt nærri eftir.

Eitt síðsta, sum eisini kundi verði viðgjørt í hesum sambandi er støddin á pensjónsfelag ella støddin á landi. At lítið felag, ella lítil tjóð samanborin við stóra, ikki hevur somu støddir á ‘puljum’, ikki sama mótstøðuføri, ikki somu nøgd av fakfólki, ikki sama rekrutteringsmarknað og nógv annað, sum átti at reist spurningin um sjálvstøðug ‘forvaltning’ í Føroyum er tann einasta rætta, ella í hvønn mun onnur skipan, ella nýggj samstørv kundu stungið seg upp.

Fyri meg, sum ánara, hevur trúvirðið á skipanina alt at siga.

 

Bergun Kass, býráðslimur fyri Framsókn.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi