ADHD felagið á rundferð
Næstu tíðina fer ADHD felagið á rundferð kring landið fyri at kunna um ADHD hjá bæði børnum og vaksnum.
Fyrsta tiltakið verður í Marghøllini í skúlanum í Sørvági komandi hóskvøld kl. 19.
Tiltakið er tað fyrsta av seks kring landið og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarandi og fakfólk. Tí einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har tey við ADHD fáa tær tillagaðu fortreytir og karmar, ið tryggja trivnað, menning og framstig, skrivar ADHD felagið í innbjóðin á Facebook.
Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarandi og fakfólkum.
Á skránni til hetta fyrsta tiltakið er m.a. fyrilestur um børn og vaksin við ADHD frá fakfólki úr Psykiatriska deplinum.
Persónligar søgur frá foreldri at barni við ADHD og einum vaksnum, sum greiðir frá, hvussu tað er at fáa staðfest ADHD sum vaksin.
Aftaná kunnu luttakararnir fara í smærri bólkar, har teir fáa møguleika at spyrja og tosa í einum minni høpi. Fundurin endar kl. 21.30.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











