Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tilmæli um Tórshavn sum súkklubý

Innanlands | 20/10-2019 19:00
Mynd: Hjólvelting

Í farnu viku komu áhugafeløgini Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) og Hjólvelting við nøkrum boðum uppá hvussu Havnin kann gerast meira súkkluvinalig. 

1) Ein bussleið fyri øll – eisini súkklur:

Í fleiri av londunum rundan um okkum loyva bussleiðir heilt ella í ein avmarkaðan mun súkklum inn í bussarnar. Hetta fremur ein grønari bý við tað, at fleiri fara at tíma at súkkla, vitandi, at tey kunnu taka bussin, um orkan ella tíðin brádliga trýtur í brattlendinum, ella tá ið váttligt óveður í næstu løtu brestir á.
Í støðum í USA og Kanada hava tey sett eitt snilt stativ í gronina á bussin, har ið tvær súkklur altíð kunnu festast trygt hjá súkklarum, sum har sleppa at kombinera súkklað strekkir við koyrd strekkir. Og í londum tættari upp á okkum, so sum í Týsklandi, sleppa súkklur inn í miðgongina uttan fyri myldritíð og við víkiskyldu fyri barnavognum.

Føroyar eru ikki nakað flatt land eins og eitt nú Danmark og Niðurlond, og tí skal ein upphugsa eina serføroyska loysn inn í okkara vælvirkandi bussleið, sum vit sum Tórshavnar borgarar gjalda kommunuskatt fyri. Og sum súkklarar vita vit, at tað hevði komið sera væl við hjá teimum, sum búgva ”høgt uppi” í kommununi at havt møguleika at tikið súkkluna við í bussin av og á. Her hugsa vit serliga um býlingarnar Hamaran, Kirkjubø/Gomlu rætt/Velbastað, Norðasta horn, Undir Brúnni, Hoyvíkina, Hvítanes, Kaldbak og Kollafjørð, skriva FNU og Hjólvelting.

Eftir at hava kannað plássið inni í býarbussunum í Havn, eru áhugafeløgini komin ásamt um, at pláss er fyri tveimum súkklum í hesum, um stativ vera sett upp í miðgongini. Sjálvandi skal avmarking vera við myldrutíð og víkiskylda yvir fyri barnavognum, um barnavagnatalið fer upp um ein barnavogn. Henda broyting hevði ikki kostað tað stóra at framt (ein kunngerðarbroyting + tvey súkklustativ + løn til tann, sum monterar hesi í bussin), skriva áhugafeløgini í tilmælinum. 

 

2) Gongu- og súkklugøtur upp á tvørs av býlingum:

Um vit hugsaðu býin í býararkitektoniskari heildarætlan við óavbrotnum zigzag-súkklugøtum niðan úr býnum og ímóti støðum sum Argrum (Hamaranum), Glasi, undir Brúnni og Hoyvíkini, sum ger tað møguligt at uppliva býin upp á vakrari mátar enn á høvuðsvegunum. Eitt dømi er ein manglandi óavbrotin gongu- og súkklugøta frá Norðurlandahúsinum og niðan ímillum traðarøkið omanfyri. Ein slík gøta hevði helst eisini hjálpt traðarmonnunum í at drenað teirra stykkir.
Vit kundu nevnt nógv onnur punktir í samband við visjónina um Tórshavn sum súkklubý, men vit trúgva upp á gerandisligar hugburðsbroytingar í samljóði við ítøkiligar broytingar frá Kommununar síðu, skriva FNU og Hjólvelting.  

Bussleiðin tykist at vera hin einfaldasta og bíligasta broytingin at fremja, sum tó kann koma at vera hin mest ”hjólveltandi” og grøna broytingin í allari býararkitektonisku ætlanini við Havnini sum súkklubý! skriva áhugafeløgini at enda í tilmælinum um Havnina sum súkklubý. 

 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi