Rák (46) Zoneterapi, ergoterapi og kvinnuyoga
Tosað verður um hvaðani zoneterapi stavar og hvussu tað virkar. Um oyrabørn og sodning. Um hvussu fólk eru fyri ergonomiskt, herundir um broytingar sum henda við kroppinum hjá teimum ungu í dag - Vit hoyra m.a. at staðfest er, at lívimátar nú á døgum elva til gróður av "horni" í nakka og til stigskifti í halabeininum.
Gestur hesa vikuna er Marianna Vang Simonsen. Hon er útbúgvin zoneterapeutur, ergoterapeutur og yogalærari. Hon hevur havt fyritøkuna Javnvág síðani 2014.
Marianna er serútbúgvin innan kvinnuyoga. Tað snýr seg m.a. um hormonella javnvág, kokubotnin og um orkuna í lívmóðrini.
Tosað verður eisini um tað feminina og maskulina, sum vit øll rúma. Um ringrásina í náttúruni, og í fólkum, og um at samfelagið einamest rúmar tað maskulina.
Annika Bolton Mortensen er vertur í sendingini.
Rák er á R7 mikudagar kl. 13.
Mest lisið í farnu viku

Lívið nær Gudi
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











