Havstovan kannar ferðamynstur og vøkstur við at merkja fisk
1137 toskar og 7 kalvar vóru merktir á árliga merkingartúrinum hjá Magnusi Heinasyni. Harumframt vórðu ymisk onnur fiskasløg merkt. Høvuðsendamálið er at merkja tosk, og hevur hetta verið gjørt í nógv ár. Endamálið við merkingini er at kanna ferðamynstur og vøkstur hjá toski á føroyska landgrunninum. Á túrinum verða fiskarnir vigaðir og longdarmátaðir, eins og tíð og positión verður niðurskrivað fyri hvar og nær, teir eru sleptir aftur. Tað skrivar Havstovan á heimasíðu síni.
Tilsamans eru 69.859 toskar merktir undir Føroyum síðani 1903. Havstovan hevur staðið fyri merkingini síðani 1997. Av hesum fiskum eru 19.214 afturfingnir. Hetta svarar til umleið ein triðing av merktu fiskunum. Í mun til onnur lond, sum eisini merkja fisk, er hetta lutfallið væl hægri í Føroyum. Eitt lutakast er hvørt ár ímillum teir merktu toskarnar, sum fólk eru so beinasom at lata Havstovuni. Vinningurin er 12.500 kr. Teir allarflestu merktu toskarnir eru afturfingnir umleið á sama staði, har ið teir vórðu merktir. 33 merktir toskar eru fingnir aftur uttan fyri føroyska landgrunnin.
Lesa meira um merking av fiski á heimasíðuni hjá Havstovuni.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur