Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Vespureiðrið
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um Njál Mackay Djurhuus - frá tí høga millum tað høga, til tað lægsta millum tað lægsta.
Kristiligar Tíðindasendingar
Nýggj bók frá forlagnum Leirkeri­num - bíbliuundirvísing
Rák
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Metis
Samrøða: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um pensjónir og hvussu tað er at verða í Lands­stýrinum
Metis
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Metis
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 10. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Johan "HOT" Mortensen, íverksetari, um framtíð­ina hjá Sandoynni við tunnli til restina av Føroyum
Sandoyarsendingin
Samrøða: Sámal Hanni Lognberg, um uppvøkstur, handil og tað at hava leiðsluna í eini missión
Vespureiðrið
Vespureiðrið (127) - 4. nov 2019
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (8) - 4. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Jákup Hansen "At fylgja í trúgv" - Orðið: "Mín elskaði er Mín"
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um kendan fuglfirðing - ein merkis­maður
Kristiligar Tíðindasendingar
Evangelistur 80 ár í september - still going strong
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristin Eftirskúli - ein nýhugsan
Rák
Rák(47) Reiki viðgerð við universalari lívsorku
Metis
Samrøða: Jógvan Kallsgarð, um úrslitini av kanning av ungdómi­num í Klaksvík
Metis
Samrøða: Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráð­num, um hví Føroyar skulu hava uppboðssølu av fiski­rættindum
Lýsing
Lýsing

Thormund Johannesen: Skipini og útlátið 

Innanlands, Lesarabrøv | 28/10-2019 13:00

Síggja vit burtur frá Norrønu og Smyrli, sum tó eftir eini framtíðarætlan verður avloystur av einum tunli um eini 10 ár, so kunnu allar ferjuleiðirnar elektrificerast. Tað sama bussleiðirnar. 

Eitt ískoyti til kjakið um grøna orku. Sjá viðfesta lesarabrævið “Skipini og útlátið.”

Tað verður sagt, at tað gongur alt ov seint í Føroyum at leggja um til grønari orku, men tá verður bert hugsað um orkuframleiðslu og –nýtslu á landi.

Í skipaflotanum, sum stendur fyri helminginum av útlátinum, hendir absolutt onki.

Politikarar førdu fram undir valstríðnum, at endurnýggjan í fiskiskipaflotanum fór at betra um útlátið, tí at nýggir motorar eru so nógv reinari enn teir gomlu.

Hetta er tó bert rætt í sambandi við dálkandi partiklar, svávul og NOx, men ikki, tá ið tað snýr seg um vakstrarhúsgassið CO2.

Skal CO2-útlátið minkast sambært nýggjastu krøvunum, mugu onnur brennievni enn diesel til.

Skipini og útlátið 

Tað gongst væl í samfelagnum. Búskaparvøksturin hevur verið stórur og fólkavøksturin eisini. Fiskivinnan, sum í góð hundrað ár hevur verið krumtappurin í okkara nakað viðbrekna búskapi, stendur ikki so einsamøll við endan longur. Alivinnan gevur nú eisini munagott íkast og ferðavinnan er væl á veg at gera tað saman. 

Hóast betur gongd enn í grannalondunum, so standa vit helst frammanfyri størri avbjóðingum. Nýggja mantraið, burðardygd, ið fyri okkara viðkomandi higartil mest hevur snúð seg um, at troyta fiskastovnarnar skilvíst, hevur fingið nýggjan týdning lagdan afturat. Vit skulu eisini taka atlit at veðurlagsbroytingum, og mugu minkað útlátið av vakstrarhúsgassum. Og júst á tí økinum eru vit heldur verri fyri enn grannarnir. 

Bæði fiskivinnan og ferðavinnan fáa her stórar avbjóðingar: 

• Ferðafólk skulu flytast til lands og vatns, og tað fer ikki at bera til, sum higartil, við dieselriknum bussum og ferjum. 

• Fiskivinnan, sum stendur fyri nærum helminginum av tí samlaða útlátinum, kann heldur ikki, á tí økinum, halda fram sum higartil. 

Síggja vit burtur frá Norrønu og Smyrli, sum tó eftir eini framtíðarætlan verður avloystur av einum tunli um eini 10 ár, so kunnu allar ferjuleiðirnar elektrificerast. Tað sama bussleiðirnar. 

Í fiskivinnuni er uppgávan mikið truplari. At skifta gamlar dieselmotorar út við nýggjar er ein bati í samband við partikklar, svávul og NOx, men tað forslær onki í mun til CO2-krøvini, sum helst eisini fara at herðast enn meira. At CO2 útlát frá skipum skal niður í helvt í 2050 má væl merkja, at nýbygningar í dag mugu hava munandi minni CO2 útlát enn skipini, sum tey koma í staðin fyri. Og tað letur seg slett ikki gera við diesel eina. Harafturat sær nú út til í altjóða politikki, at avgjøld fara at verða løgd á CO2 útlát, fyri, á tann hátt, at tvinga alternativar loysnir ígjøgnum. Eisini eru felagsskapir farnir at marka skip í mun til útlát, so kundar kunnu velja tey mest dálkandi frá. Tí mugu aðrar loysnir enn bara diesel eina finnast, í samband við at skipaflotin verður endurnýggjaður. Tað nýttar ikki at marknaðarføra seg við reinum havumhvørvi, um fiskiveiðan er kolsvørt. 

Bakkafrost vísir vegin Við nýggja brunnskipinum, ein verkætlan sum føroyska deildin hjá Knud E. Hansen hevur staðið fyri, er lagt upp fyri framtíðarkrøvum hvat útláti viðvíkur. Skipið fær háspenningslandsamband, og kann, meðan tað liggur við kai á Glyvrum, bæði sirkulera, reinsa, køla og lossa við landstreymi. Skipið skal eisini hava battarískipan, sum ger tað møguligt at sigla inn og út eftir Skálafjørðinum við battaríum eina. Tá ið SEV er vorðið 100% grønt í 2030, kann skipið sostatt við kai og inn og út eftir Skálafjørðinum verða rikið við 100% reinari orku úr sól, vindi, regni, og møguliga eisini sjóvarfalli. 

Uttanfyri Skálafjørðin verða dieselmotorarnir settir í gongd. Men hesir kunnu, umframt diesel, brenna LNG (náttúrugass) og møgulig eisini viðgjørt biogass. Tá ið biogassanleggið hjá Bakkafrosti á Skarðshjalla er komið upp at koyra, kann ein partur av biogassinum viðgerast til motorbrennievni til skipið, sum so, uttanfyri Skálafjørðin, kann sigla við orku framleidd úr laksaskarni, laksaslógvi og neytamykju. 

LNG og biogass eru ikki rein orka, men hava tó umleið ein fjórðing minni CO2 útlát enn diesel. Motoraggregatini eru tí sett í dekshús á yvirdekkinum, har tey lættliga, og uttan aðra umbygging av skipinum, kunnu skiftast við til dømis brint-brennikyknir, tá ið tann tøknin, kanska um nøkur ár, er nóg væl ment. Um so verður, kann skipið sigla við 100% grønari orku, og einasta útlátið verður tá reint vatn. Brint kann fáast til vega við at spalta vatn í brint og ilt. Brunnskipið brennir brintina, meðan smoltstøðirnar brúka iltina. Orkan, at spalta vatn, kann fáast beinleiðis úr vindmyllum. 

Jú, tað letur seg sanniliga gera, at minkað munandi um útlátið frá skipum, um viljin er til tess, og mann søkir sær røttu vitanina. Men hetta er ikki bara ein spurningur um at lúka krøv. Tað snýr seg i allar hægsta grad eisini um kappingarføri, og sum altíð, so vinnur hann, ið best dugir at tillaga seg. 

Onkur heldur kanska, at fólk eru blivin í so hysterisk hvat veðurlagsbroytingum og útláti viðvíkur. Tað kann væl vera, men tað eru hóast alt hesi “hysterisku” fólkini, ið skulu keypa okkara fiskavørur, so vit hava onki annað væl, enn og tillaga okkum herdu krøvini. Landsstýrið eigur tí at seta krøv um grønar loysnir, í sambandi við at fiskiskipaflotin verður endurnýggjaður. 

Thormund Johannesen Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc. 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Nýtt “ Gistingar­hús á Mølini ” í Skálavík
Til Skúla­stýrið í Fuglafjarðar skúla.
Svik avdúkað í Bylgjuni í Runavík
Føroyingur í Argentina: Búskaparstøðan er út av lagi vánalig
Jenis av Rana vónar framvegis at fáa sendistovu í Jerusalem
Frágreiðing frá skúla­stýri­num í Fuglafjarðar skúla
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Pressa, pressa, pressa”!
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
Merkisvert náttúrufyribrigdi: "Ís egg" á strond í Finnlandi
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Tá, ið kvinnur fóru at brúka føroysk klæði
Opið bræv til Jóhan Dahl
Bill McLeod Jacobsen skal loysa Eyðun Klakkstein av á Skála
Ísland: Útvísing av kvinnu í 36. viku hevur vakt øsing
Reytt kort til formannin í Búðskaparráð­num frá formanni­num í Skipara- og Navigatør­felagnum
Hans Marius og mynstrini
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
Ber ikki til, at luta út seinastu uppisjóðarrættindini
Tíðindi á R7 klokkan 12:00 og 15:00
Hann er settur sum tekniskur leiðari
Norska skaðanevndin: Ov lítil upplæring á brúnni
Spjað og sigra
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Vespureiðrið
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um Njál Mackay Djurhuus - frá tí høga millum tað høga, til tað lægsta millum tað lægsta.
Kristiligar Tíðindasendingar
Nýggj bók frá forlagnum Leirkeri­num - bíbliuundirvísing
Rák
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Metis
Samrøða: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um pensjónir og hvussu tað er at verða í Lands­stýrinum
Metis
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Metis
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 10. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Johan "HOT" Mortensen, íverksetari, um framtíð­ina hjá Sandoynni við tunnli til restina av Føroyum
Sandoyarsendingin
Samrøða: Sámal Hanni Lognberg, um uppvøkstur, handil og tað at hava leiðsluna í eini missión
Vespureiðrið
Vespureiðrið (127) - 4. nov 2019
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (8) - 4. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Jákup Hansen "At fylgja í trúgv" - Orðið: "Mín elskaði er Mín"
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um kendan fuglfirðing - ein merkis­maður
Kristiligar Tíðindasendingar
Evangelistur 80 ár í september - still going strong
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristin Eftirskúli - ein nýhugsan
Rák
Rák(47) Reiki viðgerð við universalari lívsorku
Metis
Samrøða: Jógvan Kallsgarð, um úrslitini av kanning av ungdómi­num í Klaksvík
Metis
Samrøða: Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráð­num, um hví Føroyar skulu hava uppboðssølu av fiski­rættindum
Nýggjastu tíðindi