Fyrilestur um sálarligar avbjóðingar við Káru Bjarnadóttir
Óli hevur brotið armin. Ása stríðist við tunglyndi. Meðan brotni armurin ikki vekir stórvegis fordómar, hava vit ofta lyndi til at halda okkum frá og stigmatisera tey, sum hava sálarligar avbjóðingar.
Men hví gera vit tað?
Hví brúka vit eitt meira stigmatiserandi mál um ein, sum hevur sálarligar avbjóðingar enn ein, sum t.d. hevur brotið armin? Og hví eru summir samfelagsbólkar meira móttakiligir fyri klistrandi, krøkjandi og niðurgerandi fórdómum enn aðrir?
Hetta fer Kára Bjarnadóttir Jakobsen, cand.mag. í retorikki, at tosa um í fyrilestrinum "Tey", sum verður týsdagin í Smæruni í samband við tiltakið Psykiatriin 50 ár.
Kára Bjarnadóttir fer eisini geva nøkur boð uppá, hvussu vit kunnu avmystifisera “tey” við sálarligum avbjóðingum, og hvussu vit sostatt kunnu sleppa av við stigmatiseringina. Tað skrivar Landssjúkrahúsið á sínum facebook vanga.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur