Tunnilsvegurin má flytast
Mong eru tey við mær, ið fingu sum framman á av svarinum, ið eg fekk upp á §52.a fyrispurningin um tunnilsvegin Hvalbiar megin nýggja Hvalbiar-tunnilin.
Landsverk (her eftir LV) sigur, at vegurin líkur øll krøv trygdini viðvíkjandi, og at man hevur lagt vegin soleiðis, fyri ikki at gera seg inn á uppdyrkaða lendið og umhvørvið í Dalinum.
Tað hevur ikki verið siðvenja hjá LV at taka atlit til uppdyrkað lendi, tað eru nógv dømi um tað, eitt nú vegurin til Hovs-tunnilin.
Og at LV vil taka atlit til uppdyrkaða lendi er nakað spildurnýtt, tí tá eg sat í kommunustýrinum í Hvalba, vildi LV helst hava linjuføring B og seinri A (Sí mynd I).
Tað er nokk heldur onkur politisk avtala um uppdyrkaða lendi í Hvalba, ið ger seg galdandi.
Hava Hvalbiar kommuna og Løgtingið sovið í tímanum?
LV vísir til linjuføringina, ið er samtykt á Føroya Løgtingið.
Hava hvørki kommuna ella Løgtingið givið sær far um henda søguliga kringluta veg?
Eg fái meg ikki at trúgva, at hvørki kommuna ella Løgting við vilja hava samtykt og góðkent ein slíkan veg til ein nýggjan tunnil, ið kemur at bera alla Suðuroyar ferðsluna innan fá ár.
Hettar má verða hent av grovum ósketni ella av politiskum kamirataríi.
Nú eitur valda linjuføring C og er tað nokk ikki heilt av tilvild.
Tað er nokk ein politisk avgerð tikin um at flyta hendan veg oman um traðirnar, hóast hettar ikki er skjalfest nakra staðni.
À mynd I síggjast tær tríggjar linjuføringarnar ið LV hevur gjørt og tann fjórða er tann, ið Hvalbingar og flest fólk í oynni eru samd um er skila best.
Myndirnar II og III vísa, hvussu linuføring D sær út í lendinum.
Enn er ikki ov seint at flyta vegin niðan eftir. Hettar kemur nokk eisini at verða ein bíligari loysn,jú longri farið verður burtur frá vatninum, jú betri er lendi at gera veg í.
Í løtuni eru teir á -1 metri (1 metur undir hav yvirflatuni) og tað verður verri enn nærmari teir koma vatninum.
Eg vil við hesum enn eina ferð gera eina roynd at fáa vegin fluttan/beindan soleiðis, at hann er brúkiligur.
Vit kunnu ikki lata politiskan vinarpolitik oyðileggja eina høvuðsæðr í oynni.
So mín inniliga áheitan á LV og Samferðslumálaráðið er at flyta/beina vegin, meðan tíð enn er.
Jóhan Eli Poulsen
Løgtingsmaður
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Kokkurin er færeyingur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Petur Oluf Hansen - pionerur

Tunnilsgjald

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Dúvugarðar

Ein brokkmanslestur.

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Sjey nýggir býráðslimir

Hestur aftur gloymd

Stroyming av jarðarferð 19. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











