Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
Nova
Samrøða: Viberg Sørensen greiðir frá barna­áru­num á Tvøroyri og ymiskum á lívsleið síni
Nova
Samrøða: Allan Smedemark, um fótbóltsskúlan hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes og Rasmus Steintórsson Biskupstøð frá kunningar­stovu­num í Vági og á Tvøroyri, um m.a. tiltakið “Ferðist í egnum landi”
Nova
Samrøða: Bogi Mortensen, um Faroe Islands Handball Cup í Vági
Nova
NOVA úr Suðuroynni (45) - 22. juni 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (139) - 22. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 21. juni 2020 - Tala: Monika Kunoy Sharp "Eg eri við tykkum" - Orðið: "Løn mín er við mær"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 1. partur
Nova
Samrøða: Rógvi Kærbech, formaður í Vágs Kappróðrar­felag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes, frá kunningar­stovuni í Vági
Nova
Samrøða: Arni Teindal, fámjiningur og tunnilsforsprákari
Nova
Samrøða: Politikkarar um tunnil til Fámjins
Nova
Samrøða: Linn Mohr Augustinussen, formaður í Froðbiar Sóknar Róðrar­felag
Nova
NOVA úr Suðuroynni (44) - 17. juni 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (138) - 15. juni 2020
Lýsing
Lýsing

Heimsins bestu fiskivinnu

Fiskivinna, Lesarabrøv | 01/11-2019 18:00
Mynd: news.fo

Vit eiga at seta okkum sum mál, at vit skulu hava heimsins bestu fiskivinnu.

Okkara fiskivinna skal verða lívfrøðiliga, búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg, og hon skal verða leys av politiskari ávirkan.

Og tað gera vit best við opnari og rættvísari kapping, har øll hava javnbjóðis møguleika at bjóða seg fram.

Við at geva nøkrum fáum tilvildarliga útvaldum fyritøkum øll veiðirættindi til okkara fiskatilfeingi, geva vit teimum ikki bara milliardavirðir í gávu hvørt einasta ár; vit forða eisini fyri kapping í vinnuni, og taka harvið alla eggjan til at betra seg burturúr vinnuni.

Ein marknaðargrundað skipan, við kapping, eggjar harafturímóti vinnuni til áhaldandi at gera íløgur, tí tá er alt tilverugrundarlagið, undir fyritøkunum í vinnuni, treyta av, at tær klára seg í kappingini.

Kapping tryggjar, at tær fyritøkur, sum klára at virðisøkja fiskin mest, og sum duga best at tillaga seg til broyttar treytir og umstøður, sleppa framat at fiska okkara fiskatilfeingi.

Í einari sunnari vinnu gera fyritøkur íløgur, tí tær eru noyddar at vága og gera íløgur fyri yvirhøvur at kunna sleppa framat marknaðinum.

Um vinnan hinvegin er tryggjað inntøkur hvørt einasta ár, er ikki so neyðugt at gera íløgur, og ræðslan fyri at missa tryggu inntøkurnar kann gerast størri enn viljin til at vinna meira.

Um vit skulu hava eina fíggjarliga-, umhvørvisliga- og lívfrøðiliga burðardygga fiskivinnu, er kapping einasta loysnin.

Kapping riggar
Ofta er veruleikin ikki so torskiltur.

Fyritøkur í kapping stremba eftir at veiða so effektivt sum gjørligt, og eftir at fáa so nógv fyri veidda fiskin sum gjørligt.

Tá fyritøkurnar verða effektivari, fáa vit eina fíggjarliga burðardyggari vinnu. Og tá besti prísurin fæst fyri umhvørvisvinarligari vørur, vilja fyritøkurnar stremba eftir at verða umhvørvisvinarligari, og vit fáa eina umhvørvisliga burðardyggari vinnu.

Um landið selur veiðirættindini á einum marknaði, sleppa fyritøkurnar bara at fiska tær nøgdir, tær hava keypt rættindi til; tá kunnu vit lættari stýra nøgdunum, ið verða fiskaðar, og kunnu tí eisini verða lívfrøðiliga burðardyggari.

Við einari uppboðssølu tryggja vit eisini, at vinnan sleppur undan politiskari ávirkan. Tí tað einasta, politiska skipanin kann ávirka, er nøgdin, ið verður bjóða út á uppboðssøluni, alt annað verður stýrt av vinnuni sjálvari gjøgnum kappingina.

Uppboðssølan hevur riggað væl
Vit hava eisini longu sæð, hvussu væl uppboðssølan av veiðirættindum hevur riggað.

Fyritøkurnar hava hvørt ár kappast um at fáa fatur á teimum rættindunum, ið vórðu seld. Og hækkandi miðalprísurin sigur okkum eisini, at fyritøkurnar helst hvørt ár klára at fáa meira burturúr hvørjum kg.

Einasta dømi um, at onki varð selt, var tá ein minstiprísur, ið var omanfyri tað, fyritøkurnar vildu bjóða, varð ásettur; men tey rættindini vórðu seld, tá minstiprísurin varð avtikin.

Við at strika uppboðssøluna missa vit eisini fatanina av, hvussu nógv veiðirættindini eru verd, og tað verður lættari hjá politikkarum at lækka tilfeingisgjaldið, ella lata seg trýsta av vinnuni til at lækka tað.

At ongin nýggjur aktørur keypti rættindi á uppboðssøluni er ikki nakar trupulleiki, tí tað hevur ongantíð verið nakað krav, at nýggir aktørar skuldu koma inn í vinnuna; tað týdningarmesta er, at øll hava møguleika til tað.

Tað er tó møguligt, at treytirnar, og avmarkaða mongdin á uppboðssøluni, gera kappingina, millum verandi og nýggjar aktørar, sum royna at sleppa inn, ójavna, og hava tí viðvirkað til, at ongin nýggjur aktørur slapp framat.

Landið tekur váðan
At verandi skipan ikki livir upp til krøvini fyri at fáa heimsins bestu fiskivinnu, kunnu vit øll vera samd um.

Men, ætlanin, sum nú liggur í kortunum, fer tíverri at flyta okkum nógv ár aftur í tíðina og gera støðuna munandi verri.

Hon letur verandi aktørum í vinnuni allan ágóðan, meðan samfelagið átekur sær allan váðan.

Ein ineffektiv vinna koppar fyrr ella seinni, og øll vaksin í dag minnast, hvørjar fylgjur, tað hevur við sær.

At nakrar fáar tilvildarliga útvaldar fyritøkur tjena 100-tals mió um árið vegna teirra framíhjárættindi, er eisini ein fólkaræðisligur trupulleiki.

Teirra framíhjárættindi geva teimum í løtuni ein stóran yvirnormalan vinning, sum heldur enn at verða brúktur til íløgur í vinnuna, verður brúktur til at keypa alt møguligt annað í samfelagnum og harvið fáa alsamt størri politiska ávirkan og vald.

Og tað er ongastaðni so vandamikið, sum í einum so lítlum samfelag sum Føroyar.

Hans Jacob Thomsen
 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
Heilsan frá borgar­stjóra­num
Tað eru følsk tíðindi
Myndarøð: Tingbólku­rin hjá Javnaðar­flokki­num á útferð í Fugloy og Svínoy
MYNDIR: Fingu myndir av Tvøroyri frá 1969, úr Kanada
Stórur eftirspurn­ingur at fáa eina av hesum íbúðunum
Samgongan situr við 14,3% fleiri atkvøðum enn undanfarnu samgongu­flokkar høvdu
VIDEO - TERNUSNERTUR
Fegnir sjómenn
Nøkur minnisbrot nú Sverri Faber Wang er fluttur um sýn
Nú eitur hann Gøtunes
Hanus Hansen, reiðari: Helena hevur ongan makrel fingið
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 27 )
Pínligt og respektleyst: Danmark flaggar skeivt á triðja sinni 
Tá fólkaræði bert er politiskt gluggapynt
Fyrrver­andi forsætis­ráð­harri í Fraklandi dømdur 5 ára fongsulsrevsing
Svimji­høllin í Runavík nærkast
Koronasmittan breiðir seg við fullari ferð
Fólkafundir­nir á Lítla Dímun 2020 og 2021 er fult teknaðir
Samrøða: Heðin Jákupsson um nýggjan føroyska rættstavara
Bjørg Dam: Tórshav­nar býráð: lorkað milliónavirðir burtur
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Tíðindi á R7 klokkan 12:00
Ung í arbeiði fríðka um býarmyndina
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 3. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (140) - 29. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 28. juni 2020 - Tala: Jógvan Zachariassen "Náðistólu­rin." - Orðið: "Dávid og Mefiboset."
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (97) - 24. juni 2020
Nova
Samrøða: Viberg Sørensen greiðir frá barna­áru­num á Tvøroyri og ymiskum á lívsleið síni
Nova
Samrøða: Allan Smedemark, um fótbóltsskúlan hjá Tvøroyrar Bóltfelag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes og Rasmus Steintórsson Biskupstøð frá kunningar­stovu­num í Vági og á Tvøroyri, um m.a. tiltakið “Ferðist í egnum landi”
Nova
Samrøða: Bogi Mortensen, um Faroe Islands Handball Cup í Vági
Nova
NOVA úr Suðuroynni (45) - 22. juni 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (139) - 22. juni 2020
EvR
Kelduvaðið 21. juni 2020 - Tala: Monika Kunoy Sharp "Eg eri við tykkum" - Orðið: "Løn mín er við mær"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 1. partur
Nova
Samrøða: Rógvi Kærbech, formaður í Vágs Kappróðrar­felag
Nova
Samrøða: Randi Hjelm Debes, frá kunningar­stovuni í Vági
Nova
Samrøða: Arni Teindal, fámjiningur og tunnilsforsprákari
Nova
Samrøða: Politikkarar um tunnil til Fámjins
Nova
Samrøða: Linn Mohr Augustinussen, formaður í Froðbiar Sóknar Róðrar­felag
Nova
NOVA úr Suðuroynni (44) - 17. juni 2020
Vespureiðrið
Vespureiðrið (138) - 15. juni 2020
Nýggjastu tíðindi