Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ævisøga um kendan fuglfirðing - ein merkismaður

Kristiligar Tíðindasendingar | 02/11-2019 10:00

Ævisøga Ismar Joensens, fyrrverandi handilsmaður og lokalpolitikari í Fuglafirði, er nú niðurfeld í bók. 

Tað eru synirnir Páll og Jóannes, sum hava staðið fyri arbeiðinum at skriva og savna tilfar um pápan. Bókin hevur heitið: Í SKRIFT OG TALU – ISMAR JOENSEN 100 ÁR. 

Ismar var føddur 25. oktober 1919, og tað var júst á 100 ára degnum, seinasta fríggjadag, 25. oktober, at framløga var av bókini í Ribarhúsi í Fuglafirði, har nógv fólk var komið saman at minnast Ismar og síggja og hoyra umrøðuna av nýggju bókini. Tað vóru Eyðun á Lakjuni, Egon Øregaard og Óli Jacobsen, sum allir hava kent Ismar frá barnaárum av, ið hildu røðu undir framløguni. Teir lýstu Ismar við skemtiligum og álvarsomum lýsingum frá hvør sínum persónliga sjónarhorni.  

Egon Øregaard skrivar í formælinum í bókini: "Ismar Joensen var ein merkismaður, sum setti sín dám á bygdina, tíðina og umhvørvið í Fuglafirði. Ismar var mentamaður, skald, talari og ein áhugaverdur og heilskapaður persónur.”

Bókin er gott 300 síður við nógvum myndum. Tað er forlagið Leirkerið, ið stendur sum útgevari. Í fyrsta lagið eru 1.000 bøkur prentaðar. Limir í bókaringinum Leirkerið fáa hana sendandi. Bókin er at fáa í bókabúðunum og kostar 300 krónur. 


Kristiliga Tíðindatænastan

v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima
Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður
Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?
TALUFRÆLSI
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi