Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Evangelistur 80 ár í september - still going strong

Kristiligar Tíðindasendingar | 02/11-2019 09:30

Fyri hálvum øðrum mánaða síðani, mánadagin 16. september, rundaði ein av okkara kendastu evangelistum og prædikumonnum, Svenning av Lofti, tey 80 árini. Dagurin varð hildin sunnukvøldið 15. september kl. 18:00 í Ebenezer, har Svenning hevur havt sítt andaliga heim síðani hann sum 16 ára gamal flutti av Eiði til Havnar. 

Fleiri hundrað fólk høvdu leita sær inn í Ebenezer, har borðreitt var við øllum góðum í niðara sali, og kl.19:30 vóru gestirnir bodnir upp í salin í erva, har ein skrá var fastløgd, sum innihelt bæði sang, heilsanir, tónleik og røður. Tað vóru Páll á Lakjuni og Hjørleif Vang, sum høvdu fingið til uppgávu at leiða skránna, sum teir eisini gjørdu til lítar. 

Hjørleif Vang tók sær eisini stundir at nevna ymiskar skemtiligar tilburðir, sum t.d. tá Svenning vitjaði úti í Nólsoy við traktatum, og kemur inn í eini hús har hann presenterar seg sum Svenning av Lofti og maðurin í hurðini presenterar seg sum Niels á Botni

Tað vóru fleiri, bæði kvinnur og menn, sum ynsktu at heiðra Svenning við eini røðu, og fyrstur á skránni var Jógvan Páll Sevdal, sum segði nøkur veingjaði orð til Svenning. Ebenezerkórið, sum mangan hevur staðið Svenningi við lið, tá Svenning hevur fyrireikað evangeliskar møtirøðir, fylti salin í erva við sínum vakra sangi, sum eisini gestirnir nutu teir tveir tímarnar, ið løtan var.

Tað var tó ikki einans Ebenezerkórið, sum luttók, men har vóru fleiri sløg av sang- og tónleikaframførslum, so sum Magni Christiansen, MC Restorff, Eyðun Jacobsen, Frelsunarherurin og Leigh Hjaltalin, ið framførdi í solo heimskenda sálmin Amazing Grace. Eisini fingu gestirnir høvi at hoyra tónleik framførdan av báðum synunum hjá Svenningi, Marner og Petur av Lofti, sum var eitt satt njótilsi bæði at síggja og at hoyra. 

Trý umboð úr Ísrael vóru komin at heiðra Svenning á 80 ára degnum. Danny Amir, sum í mong ár hevur rikið ferðavinnu í Ísrael, og sum Svenning hevur havt samstarv við í fleiri áratíggju, bar eina heilsan fram úr Ísrael til Svenning. 

Svenning endaði sjálvur kvøldið og ynskti, at tjóðsangurin varð sungin.


Kristiliga Tíðindatænastan

v/poul jóhan djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Patrik: "Eg var noyddur at venda TB bakið." (Hoyr samrøðuna)
Vónirnar um at fáa fatur í dreingi­num, vóru ikki góðar
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Mette givið Fólka­tingi­num hagtøl um muslimsk brotsverk
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Harry prinsur og Meghan Markle fáa ikki ókeypis verju í Kanada
MYNDIR: Kvinnu­renning í Hvalvík
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
Evropa aftur í ár 1 mió sýriskar muslimar úr Turkalandi?
California í streymloysi og ljósum loga av ‘grønum’ orkupolitikki
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Politiskur ruðuleiki við sama lag í Sudan
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 38)
Bergur R Dam Jensen: Aftursvar til Anniku Olsen
Brandur í Dali: Snýr alt seg um pengar?
3 russar og 1 ukraini ákærdir fyri at hava dripið 298 fólk í flogfari
Maduro biður venezuelskar kvinnur fáa 6 børn í part
Janus skal skráseta staðarnøvn í Nes kommunu
Ragnhild og Christian ganga nýggjar leiðir
Luxembourg ger alla kollektiva ferðslu ókeypis fyri brúkarar
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi