Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Veikleikar og óvissur í metingini av tilfeingisrentuni

Fiskivinna, Lesarabrøv | 02/11-2019 15:00

Lesarabræv hjá Stefan í Skorini, stjóra í Føroya Reiðarafelag.

Seinastu vikurnar hevur nógv kjak verið um ta roknaðu tilfeingisrentuna í føroysku fiskivinnuni.

Búskaparfrøðingar og Búskaparráðið hava mett, at roknaða tilfeingisrentan er umleið eina milliard krónur um árið. Hesar metingar eru heftar at týðandi veikleikum og stórum óvissum. Hetta gevur eftir okkara tykki eina skeiva mynd av tilfeingisrentuni. Í stuttum skal greiðast frá grundgevingum fyri hesum.

Tann fremsta orsøkin til eina yvirmetta tilfeingisrentu er metingin av eini normalari løn í fiskivinnuni. Í øðrum lagi tykist metingin av talinum av ársverkum eisini at vera undirmett. Harumframt eru aðrar týðandi óvissur viðvíkjandi fíggjarinntøkum og fíggjarkostnaði, normalavkasti og skipavirði, sum hava týdning fyri metingina av tilfeingisrentuni.

Roknskapargreiningin hjá Januar er væl úr hondum greidd til sítt endamál, men hon hevur avgjørt sínar veikleikar, tá ið hon skal nýtast til at meta um tilfeingisrentuna. Hetta var eisini galdandi fyri lógaruppskotið um veiðigjald, ið nýtti somu greining sum grundarlag, hóast hon var óhóskandi til tess.

Veruleikafjarar fortreytir
Fortreytirnar fyri hesum metingum eru, at normala árshýran hjá einum persóni, ið arbeiðir umborð á fiskiskipi, er 400.000 krónur um árið. Tað merkir, at miðal árshýran hjá allari manningini – skiparum, maskinmeistarum og dekkarum – er 400.000 krónur. Tað merkir aftur, at dekkarin skal hava væl minni enn 400.000 krónur í árshýru.

Um vit siga, at miðal árshýran hjá allari manningini er 400.000 krónur, so verður manningarparturin (til dekkarar) umleið 250-300.000 krónur árliga á einum skipi við tólv monnum, um vit nýta sama lutfallið, sum er millum dekkarar og yvirmenn á uppsjóvarskipum í dag.

Í fjør var talið av mynstringardøgum hjá nótaskipum (uttan ídnaðarskip) í miðal 250 dagar. Tað kann so til dømis merkja, at ein dekkari skal mynstra við einum uppsjóvarskipi í umleið 250 dagar um árið fyri eina hýru uppá umleið 275.000 krónur um árið. Hetta er tað sama sum ásetta minstalønin frá Trygdargrunninum.

Á flest øllum uppsjóvarskipum hava reiðaríini harumframt tvær manningar til hvørt skipið. Tað hevði so í praksis merkt, at ein maður hevði fingið umleið 137.500 krónur í árshýru fyri at vera til skips í 125 dagar.

Hetta roknistykkið tekur sostatt støði í óveruligum metingum av, hvat ein manningarpartur eigur at vera. Tískil verður metingin av tí roknaðu tilfeingisrentuni sjálvsagt merkt av, at tær yvirmormalu hýrurnar eru ein sera stórur partur av henni. Harvið verður tilfeingisrentan eisini yvirmett.

Í grannalondunum er vanligt at hava tvær manningar til fiskiskip og til skip í frálandavinnuni. Hesar manningar fáa eina ársløn fyri at vera burtur helvtina av tíðini. Tískil eigur eisini at vera hugt eftir, hvussu støðan er í grannalondunum fyri líknandi virksemi, tí hetta er í veruleikanum tann arbeiðsmarknaðurin, sum føroyska fiskivinnan í mongum førum kappast við.

Í øðrum lagi er talið av ársverkum, sum metingin eisini byggir á, lágt mett. Um vit taka støði í metingini fyri 2015, tá ið tilfeingisrentan verður mett til eina milliard krónur, verður støði tikið í 708 ársverkum í fiskivinnuni á sjógvi sambært teimum útrokningum, vit hava sæð. Tá Búskaparráðið í 2014 gav út frágreiðing um tilfeingisrentu, nýtti ráðið uppgerðina hjá Januar at gera upp talið av ársverkum. Eftir 2015 gavst Januar at gera upp talið av ársverkum í sínum greiningum, tí at hetta var ikki eitt eftirfarandi mát fyri ársverk.

Til samanberingar kann nevnast, at tøl hjá Hagstovuni vísa, at 1.501 løntakarar fingu løn í fiskiskapi í 2015. Hetta er ein ábending um, at talið av ársverkum í flotanum sannlíkt var væl hægri enn 708 í 2015.

Um vit t.d. seta normalhýruna til 800.000 krónur um árið í miðal og seta talið av ársverkum til 1.000, so minkar tann roknaða tilfeingisrentan í 2015 við umleið 500 milliónum krónum. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu broytingar í slíkum mettum tølum kunnu broyta ta roknaðu tilfeingisrentuna almikið.

Um normalhýran og talið av ársverkum í flotanum verða undirmett, verður tilfeingisrentan eisini yvirmett.

Aðrar óvissur
Aðrar óvissur í greiningini eru, at uppgerðin av øðrum inntøkum hjá reiðaríunum ikki er reinsað fyri óviðkomandi virksemi. Tað er bert virksemi innan fiskiskap, ið er viðkomandi, tá ið tilfeingisrentan skal roknast. Hetta gjørdi Reiðarafelagið eisini vart við, tá ið lógaruppskot um veiðigjald varð viðgjørt í seinastu tingsetu.

Viðvíkjandi fíggjarinntøkum eru tær bókaðar til umleið 50 milliónir krónur í 2015. Talan er um inntøkur frá øðrum virksemi enn fiskivinnu. Talan er tískil um inntøkur, sum eru óviðkomandi fyri fiskiskap og harvið fyri metingina av tilfeingisrentuni. Talan er hóast alt um meira enn 20 prosent av tí roknaða yvirnormala yvirskotinum hjá reiðaríunum í 2015. Viðvíkjandi fíggjarkostnaði krevur tað eina nærri greining av tølunum fyri at meta, hvat er tað rætta talið.

Viðvíkjandi skipavirðinum verður tað mett til umleið 2,6 mia. kr. í 2015. Síðani verður normalavkastið roknað av hesum virði við 6 prosentum. Hetta er tað bókaða virðið av skipaflotanum. Hetta endurspeglar virðið av einum gomlum og ótíðarhóskandi flota, ið tørvar útskifting. Talan er tískil ikki um ein nútímans og tíðarhóskandi skipaflota. Harvið verður normalavkastið roknað av einum virði, sum undir vanligum umstøðum kundi verið hægri. Ein onnur óvissa er normalavkastið, har vísast kann á, at tað átti at verið hægri í fiskivinnu. Í frágreiðingini frá 2014 verður ikki greitt nærri frá, hví eitt normalavkast uppá 6 prosent verður valt.

Í hesum skrivi hava vit roynt at lýsa veikleikar og óvissur, sum eru í metingum av tilfeingisrentuni. Hetta skriv er ikki ein fullfíggjað viðgerð av spurninginum um tilfeingisrentu, men staðfestast má, at talan er um ófullfíggjaðar metingar av tilfeingisrentuni, sum hava verið frammi seinastu tíðina, og tað eigur eisini at verða nevnt í hesi viðgerðini.

Stefan í Skorini, stjóri
Føroya Reiðarafelag


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi