Her inni skulu Bárður Nielsen og Mette Fredriksen fundast hósdagin
Í tíðindaskrivinum sum Løgmansskrivstovan hevur sent út, í samband við vitjanina hjá Mette Fredriksen, skriva tey at "eftir fundin við Mette verður vitjað í Miðnámi, Vindrøkt og SEV", men tað stendur ikki hvar sjálvur fundurin við Mette verður hildin.
Fleiri undrast hví fundurin við Mette Fredriksen er loyniligur. Vit hava spurt á gøtuni í Vestmanna, hvat fólk halda, um at fundurin er loyniligur og hvar tey halda fundurin skal haldast.
Onkur gitir, at tyrlan skal flúgva fylgið norður í hagapartin Dalar, sum er hagaparturin, har løgmaður sjálvur er ein av eigarunum. Hagaparturin eitur Dalar Heimari partur – ella Dalhagi heiman fyri Gjónna. Í Dølum hevur hagin eitt sera snotuligt hús, sum helst kann brúkast til slíkar fundir (sí mynd).
Onnur halda, at tað eru fleiri møguleikar at fundast hjá Bárði og Mettu. Fleiri halda, at hann bjóðar henni niðan í Harusetrið, sum er "smáttan" hjá harumonnum, beint omanfyri Vestmanna. Tann smáttan liggur bara eitt hanagleiv frá vegnum omanfyri Vestmanna ( sí mynd ).
Onkur helt, at ein loysn er at fundast í "Handlin hjá "Niels hjá John" , tað er "gamla" krambúðin í Vestmanna.
Samgongan, sum Bárður er løgmaður fyri, sigur seg liggja á teirri grønu leiðini. Vit meta, at Bárður velur tað "grønastu" loysnina og tí fer hann við Mettu í tað hugnaliga húsið, sum stendur mitt í Viðarlundini í Vestmanna (sí mynd). Men – enn er tað loyniligt, hvar í Vestmanna (ella uttanfyri Vestmanna) Bárður og Mette skulu fundast. Tað undrar.
Her er tíðindaskrivið:
Mette Frederiksen vitjar Føroyar í komandi viku
Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen kemur á vitjan í Føroyum í komandi viku. Løgmaður verður vertur fyri vitjanini.
Fyrrapartin hósdagin tann 7. november verður fundur í Vestmanna, har løgmaður og danski forsætismálaráðharrin fara at viðgera samstarvið í ríkisfelagsskapinum.
Eftir fundin verður vitjað í Miðnámi, Vindrøkt og SEV.
Seinnapartin hósdagin verður farið til Havnar, har Bárður á Steig Nielsen og Mette Frederiksen fara at vitja Løgtingið og skipasmiðjuna MEST.
"Samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin. Vónandi kann fundurin í næstu viku gerast startsskotið til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiðið. Tað er okkara uppgáva áhaldandi at lýsa stóru fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Danski forsætismálaráðharrin sigur seg gleða seg til vitjanina.
”Jeg ser frem til mit første besøg på Færøerne som statsminister og til at mødes med lagmanden. Vi skal blandt andet drøfte vores fælles ønske om at styrke samarbejdet mellem regeringen og landsstyret. Jeg forstår godt Færøernes ønske om en større rolle i udenrigs-og sikkerhedspolitikken. Danmark og Færøerne har et stærkt fællesskab og vi skal samarbejde på de områder, hvor det kan være til fælles gavn.”, sigur Mette Frederiksen.
Fyri løtu síðani fingu vit staðfest, at okkara gitingar vóru rættar, tað verður tann "grøna" loysnin í lítlu smáttuni í viðarlundini í Vestmanna.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kulturkríggið

Toskur leypur á æðublik

Norrøna fær eitt facelift

World watch list 2021

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Bjarni

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Pison komin á Klaksvík.

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Louisa 30 ára starvsdag

Nes kommuna hevur nú aftur umboð í stýrinum í Kommunufelagnum

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











