Nýggjur møguleiki: Samtíðarlist í Auluni og Perluni
Nú er ein nýggur møguleiki latin upp fyri listaframsýningum við samtíðarlist í Auluni og Perluni.
Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at bjóða listafólki fram nýggjan møguleika fyri at sýna fram list í Auluni í Finsen og Perluni í Tórsgøtu.
Talan er um møguleikar útvaldar tíðir á árinum, soleiðis at tað framhaldandi kann vera fjølbroyt virksemi í hesum hølunum.
Treytin fyri at sýna fram í Auluni í Finsen er, at talan burturav er um virkin yrkislistafólk. Treytin fyri at sýna fram í Perluni í Tórsgøtu er, at talan er um virkin listafólk, ið ikki nýtist at hava støði til at vera limur í felagi fyri yrkislistafólk, men kann metast at vera ávegis til tað.
Skipanin er ment í samstarvivið felagið Føroysk Myndlistafólk.
Les nærri um skipanina, umsóknarblað og reglugerð á https://torsgota.fo/listaframsyningar/
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











