Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Spjað og sigra

Fiskivinna, Innanlands, Lesarabrøv | 10/11-2019 19:30

Kjakið um fiskivinnuna er farið fullkomiliga av sporinum.

Vit skulu ikki kjakast um, hvussu nógv ein sjómaður skal hava í løn; tað er ein samráðingarspurningur millum reiðarar og manningarfeløg, sum ongin annar skal blanda seg í.

Vit skulu heldur ikki hava nakran búskaparfrøðing ella statsgóðkendan grannskoðara at rokna tilfeingisrentuna, tí tað ber snøgt sagt ikki til at koma við nøkrum røttum úrsliti.
Tað eru bara fyritøkurnar í vinnuni sjálvari, sum kunnu vita, hvussu stórt virði veiðirættindini hava.

Vit mugu snøgt sagt steðga við at grugga hetta málið við øllum møguligum óviðkomandi orrustum um avreiðingarprís, ófiskaðar kvotur, útlendskan kapital, ella entá hvørt ein sjómaður er faklærdur ella ikki.

Hetta málið snýr seg heilt einfalt bara um 2 sera grundleggjandi spurningar...

1. Skulu øll hava javnbjóðis møguleika at bjóða seg fram í fiskivinnuni, soleiðis at vit kunnu fáa veruliga kapping í vinnuna?

2. Skal landið hava rættan prís fyri veiðirættindini, soleiðis at okkara felags ríkidømi kemur øllum føroyingum til góðar?

Alt annað er uttanumtos.

Sjálvandi er ágangurin frá teimum, ið longu sita á meginpartinum av rættindunum, harður, tí tað er náttúrligt at vilja verja sína støðu, og lættasti háttur at verja støðuna er við at flyta kjakið frá tí, tað veruliga snýr seg um.

Vit síggja, hvussu Reiðarafelagið við 2 lesarabrøvum loypir á leistum at blanda seg í kjakið, um árslønirnar í vinnuni eru tað eina ella tað annað; men er annars merkiliga friðarligt, tá kjakið snýr seg um veruliga virðið á okkara tilfeingi.
Tí tað tænir, heilt einfalt, teirra søk, at kjakið verður flutt har, tað skapar størstu øsingina og tvíningarnar.

Hesir spurningar snúgva seg heldur ikki bara um, hvør skal sleppa at fiska, og hvussu nógv tey skulu gjalda afturfyri at sleppa at fiska.
Teir snúgva seg um, um vit vilja hava eitt rættvíst samfelag, har øll hava somu møguleikar, ella vit vilja hava eitt fámannaveldi, har nøkur fá sita á øllum.

Longu í dag, sita nøkur fá á tí mesta í Føroyum, og tað er greitt tekin um, hvussu stórt vald hesar fyritøkur í veruleikanum hava, tá tær hava megnað at flutt kjakið so langt, at tað í veruleikanum eru manningarfeløgini, ið heldur enn at krevja somu møguleikar fyri øll, nú standa sum fremsti verji fyri framíhjárættindunum hjá hesum fyritøkum.

Vit síggja eisini, hvussu hesar fyritøkur halda seg hava rættin til alt okkara ríkidømi, tá t.d. Felagið Nótaskip í lesarabrævi, fullkomiliga ósmæðið, skrivar, at “tiknu kvoturnar til uppboðssølu og menningarkvotur skulu latast aftur”.
Felagið vil ikki so mikið sum taka undir við ætlanunum hjá sitandi samgongu, um at selja hesi somu rættindi sum langtíðar varandi rættindi á uppboðssøluni, tí, sum tey sjálvi skriva, tað er ov “torført at prísseta eitt so langt søluskeið, og tí verður torført at bjóða”.

Sama felag, sum annars ongan trupulleika hevur við prísáseting, tá tey sjálvi krevja rættin at selja teirra langtíðar varandi rættindi til onnur.

 

Hans Jacob Thomsen.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi