Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jenis av Rana ætlar at skipa undirvísingina til fremmandmælt børn

Innanlands, Politikkur | 11/11-2019 18:00

Svar upp á fyrispurning nr. 13/2019 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni. Fyrispurningur um málundirvísing fyri fremmandmælt børn, settur landsstýrismanninum í  uttanríkismálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
 
Fyrispurningurin er soljóðandi:
 
1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn á dagstovnum og í skúlum?  
 
2. Ætlar landsstýrismaðurin at fara undir skipað samstarv við fleiri partar á økinum t.d. Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og Kommunufelagið?
 
Svar
 
Til 1: Samgongan hevur, sum ásett er í samgonguskjalinum, sett sær sum mál at styrkja mál – og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna. Eg havi sett sjøtul á hetta arbeiði. Uppskot til kunngerð, sum skal skipa karmarnar kring undirvísingina, er gjørt og sent Undirvísingarstýrinum og Námi til undanhoyringar, áðrenn tað eisini verður sent øðrum áhugapørtum. Uppskotið til kunngerð umrøður m.a. møguleikam at skipa móttøkuflokkar, har bæði kommunur og skúlar í eini kommunu kunnu samstarva um at skipa móttøkuflokk. 

Eg havi ætlanir um at skipa eftirútbúgving fyri lærarum, sum undirvísa fremmandamæltum næmingum, og er hetta eisini eitt av krøvunum í kunngerðini, at lærarar skulu hava førleikament seg innan økið, tí tað er ein øðrvísi uppgáva at undirvísa fremmandamæltum, ikki bara málsliga, men eisini, tí at talan er um næmingar, sum koma frá ymiskum mentanum, hava ymiskar førleikar og koma til Føroya í ymiskum aldri. Ætlanin er, at fleiri tímar verða settir av til hetta endamálið í fólkaskúlanum.
 
Tilfar verður eisini gjørt, sum skúlarnir kunnu nýta sum grundarlag bæði fyri móttøku, screening og at skipa undirvísingina. Nám er farið undir at gera undirvísingartilfar, og er tað eitt øki, sum eg ætli at leggja áherðslu á, so at bæði lærarar og næmingar hava viðkomandi undirvísingarmiðlar, sum eru gjørdir til júst hesa serligu læru- og menningartilgongdina. Arbeitt verður eisini við at styrkja undirvísingina í føroyskum hjá fremmandmæltum vaksnum, og kemur hetta eisini at hava ávirkan á málsligu menningina hjá børnunum.
 
Til 2: Tað er sera umráðandi, at allir partar samvirka fyri at skapa næmingunum so góðar læru–, trivnaðar- og menningarumstøður sum til ber. Her hava bæði land og kommunur sín sjálvsagda leiklut. Kommunurnar varða av dagstovnaøkinum og av sínum íbúgvum sum heild, og tað er sera umráðandi, at børn, sum flyta til Føroya læra málið og verða partur av einum felagsskapi, antin tað er á dagstovni ella í skúla, og at tey hava tilboð um frítíðarítriv. Eg fari at samstarva við kommunurnar um stuðul til málsligu menningina hjá næmingum undir skúlaaldur og samskipan millum dagstovn og skúla. Eisini fari eg at hoyra bæði lærarafelagið og skúlaleiðarafelagið um, hvussu læringin best kann verða skipað og um eftirútbúgvingartilboð til lærarar. Eisini skal bera til hjá kommunum at samstarva um móttøkuflokkar.

Jenis av Rana
landsstýrismaður
 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi