LJÓÐBROT: Íslendskur journalistur um Namibia-gøluna hjá Samherja

Samherji í Íslandi roynir nú at gera fyrrverandi stjóran í felag teirra í Namibia til syndabukk í muturs-málinum, sum íslendska kringvarpið, RUV, avdúkaði í gjárkvøldið.
Í tíðindasendingin Kveikur varð avdúkað, at Samherji, ein av størstu sjóvinnufyritøkunum og reiðaríunum í Íslandi, við nógvum virksemi uttanlands, skal hava vunnið pening ólógliga gjøgnum eitt dótturfelag í Namibia. Samherji skal hava fingið stóran ágóða av virkseminum í Namibia, og hevur síðan brúkt eitt vælkent skattaskjól á Marshall Oyggjunum í royndini at fáa vinningin út úr afrikanska landinum.
Kveikur hevur fingið fatur á bæði trúnaðarskjølum og teldupostum hjá viðskiftafólki hjá Samherja, gjøgnum WikiLeaks. Í skjølunum sæst millum annað, at Samherji seinastu tíggju árini hevur goldið umleið hundrað milliónir íslendskar krónur til framstandandi politikkarar og embætisfólk, fyri at fáa loyvi at fiska meira enn loyvdu kvotuna. Og her er tað, at mistankin um mutur stendst.
Skjølini og skuldsetingarnar eru kannaðar í samstarvi við tíðindastovnin, Al Jazeera Investigates, og íslendska tíðindablaðið, Stundin.
Á heimasíðuni hjá Stundini stendur, at Samherji hevur nýtt størsta bankan í Noregi, DNB-Nor, at flyta 70 milliónir dollarar frá virksemi í Afrika til eitt skattaskjól á Marshall-Oyggjunum árini 2011 til 2018. Ein partur av hesum peninginum kemur frá virkseminum í Namibia, har Samherji hevur fiskað rossamakrel.
Eitt av fyrverandi starvsfólkunum, Jóhannes Stefánsson, hevur valt at standa fram og siga frá sínum leikluti. Hann var deildarstjóri hjá Samherja í Namibia í 2016.
- Hetta er heilt einfælt kriminalitetur. Skipað brotsmannavirksemi. Tey vinna pening av tilfeingi í landinum, taka allan peningin úr landinum og gera síðani íløgur aðrastaðni, annahvørt í Evropa ella í USA, sigur Jóhannes Stefánsson, sum sjálvur sigur seg vera sekan í hesum sama.
"Eg breyt lógina vegna Samherja, meðan eg arbeiddi har. Eg var tann, sum stóð fyri kvotunum, og hevði røttu sambondini og sovorðið, so eg fekk bara boð frá monnum, sum sótu hægri uppi," sigur hann.
Áðrenn sendingina í gjár sendi Samherji eitt tíðindaskriv út, har tað stendur, at Samherji júst hevur sett eina altjóða sakførarafyritøku at hjálpa við at kanna virksemi hjá teimum í Afrika.
- Vit vilja ikki úttala okkum meira um hesar ávísu skuldsetingarnar, fyrr enn kanningin er gjørd, stendur í tíðindaskrivinum.
Føroyska reiðaríið Framherji yvirtók eitt skifti í 2012 eitt skip frá Samherja, sum var við í makrelfiskiskapinum við Føroyar. Tað skipið æt Høgaberg. Og júst Høgaberg er eitt av skipunum hjá Samherja, sum hevur fiskað í Afrika.
Íslendski Samherji hevur træðrir inn í føroysku fiskivinnuna, millum annað í Framherja - og í frystitunlar.
Fyrrapartin tosaðu vit við íslendska journalistin og rithøvundin, Magnus Tór Hafsteinsson, um Nabibia-málið og Samherja (hoyr samrøðuni longur uppi á síðuni).
Høgaberg og føroyska felagið, Framherji, verða nevnd í skjølunum, sum Wikileaks hevur lagt fram í Namibia-málinum hjá Samherja.
Og nú er líkt til, at Samherji roynir at gera fyrrveradi stjóra teirra í Namibia, Jóhannes Stefánsson, til syndabukk í Namibia-málinum. Stjórin í Samherja, Thorsteinn Már Baldvinsson, sigur á heimasíðuni hjá felagnum millum annað:
“Vit eru ógvuliga vónbrotin av at hoyra, at Jóhannes Stefánsson - ein fyrrverandi leiðandi stjóri hjá Samherja í Namibia, sær út at vera blandaður í ivasamt handilsvirksemi - og møguliga hava blandað Samherja inn í ólógligt virksemi.”
Stjórin í Samherja sigur víðari, at til fyri kortum visti Samherji onki um, hvussu umfatandi handilspraksisið hjá Jóhannes Stefánsson rakk, og tað er ivasamt, um tað veruliga er soleiðis, sum hann sigur.
Norski bankin, DNB, sum Samherji skal hava flutt pening ígjøgnum, sigur, at fleiri kontur hjá undirfelagnum hjá Samherja, Marshall Island - Cape Cod FS, vórðu stongdar í mai 2018.
Bankin sigur við norska blaðið, FiskeribladetFiskaren, at bankin frætti um hetta málið í gjár, og at bankin nú kannar tað. Bankin leggur aftrat, at DNB (bankin)hevur arbeitt ímóti korrupsjón og hvítvasking, og hetta arbeiðið er styrkt fyri at forða fyri fíggjarligum brotsmannavirksemi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











