Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Skúlabyggingin liðug síðst í januar – flyta inn mánaðarskiftið mars/apríl

Innanlands, Tíðindaskriv | 14/11-2019 17:34

Nýggi samanbygdi skúlin á Skúlatrøð verður liðugt bygdur seinast í januar, og so byrja fyrireikingarnar at flyta næmingar, lærarar og onnur starvsfólk inn í nútímans umstøðurnar, har undirvísing byrjar mánaðarskiftið mars/apríl 2020.

Hóast seinkingar hava verið í byggitilgongdini, so kunnu vit í dag gleðiliga staðfesta, at byggingin á Skúlatrøð, sum er størsta einstaka byggiverkætlan nakrantíð hjá Klaksvíkar kommunu, sum heild hevur gingið væl, og nú byrjar endaliga úrslitið veruliga at taka skap.

Fíggjarstýringin hevur eisini gingið væl, og nú vit nærkast endanum av hesi drúgvu tilgongd, eru útlit til, at henda skúlabygging kostnaðarliga í fer at halda seg innan fyri tann játtaða karmin, sum fyri hetta fyrsta byggistigið, er kostnaðarmett til ca. 110 mió. kr. v/ kommunu mvg.

Hetta er at fegnast um, eisini havandi í huga, at henda bygging ikki einans er nýbygging, men eisini ein samanbygging  av tveimum frammanundan sjálvstøðugum skúlum (trimum bygningum), har fyrrverandi Skúlin við Ósánna, sum stóð liðugt bygdur í 2011, nú verður bundin saman við fyrrverandi Skúlan á Ziskatrøð, sum fevnir um eldri bygningar, og tí er lutvíst niðurtikin, meðan teir nýggjast dagførdu partarnir verða varðveittir.

Byggingin fevnir um samanlagt 4600 fermetrar, sum samanlagt kostar umleið 110 mió. kr., íroknað innbúgv og kommunu MVG. Hetta gevur ein fermetrakostnað á umleið 22.500 kr. uttan mvg, sum er sera bíligt, samanborið við aðrar byggingar í landinum, so sigast má, at væl er komið burturúr, og nógv er fingið fyri skattapening borgarans.

Írestandi byggiarbeiðið og liðugtgerðin av hølunum er nú í gongd og verður liðugt síðst í januar, og eftir hetta byrjar arbeiðið at innrætta og gera bygningin skúlakláran við nýggjum innbúgvi og amboðum v.m. Samstundis verður arbeiðið við útiøkjum framt, soleiðis at bæði inni- og útiøkini á Skúlatrøð verða klár at taka ímóti næmingum og starvsfólkum mánaðarskiftið mars/apríl 2020.

Tá hevur henda skúlabygging vart í uml 3¾ ár, har undirvísingin hevur verið spjadd í ymsum bygningum. Her hava allir partar av skúlanum víst ein framúr góðan vilja og forstáilsi, soleiðis at rakstur skúlans og dagligdagurin hevur fungerað væl, hóast truplu hølisumstøðurnar.

Fyri hetta eiga bæði næmingar, lærarar, starvsfólk annars, skúlaleiðsla og skúlastýri eina hjartans tøkk, samstundis sum vit gleða okkum til, at undirvísing skúlans kann verða savnað undir einum  taki á Skúlatrøð.

Klaksvík, 14. november 2019

Beinta Klakstein
Trivnaðarnevndarforkvinna


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi