Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Alt ov fáar íløgur á Fíggjarlógini

Innanlands, Lesarabrøv | 18/11-2019 01:37

Útreiðslugildi er alt farið til rakstur. Tí verða íløgur landskassans brúktar sum rossahandlar og valagn, sjálvt um tær flestu ongantíð verða framdar.

Trupult er at fáa øll ynskir við á Løgtingsins fíggjarlóg. Tað verður óiva neyðugt at taka stórar prinsipiellar avgerðir sum skjótast. Seinastu árini hava verið merkt av, at roynt hevur verið at gera pláss fyri fleiri og fleiri íløgum. Av somu orsøk er upphæddin til hvørt mál lækka. Til dømis eru avsettar 7 milliónir til Dals-tunnil, sum kostar uml. 150 milliónir.

Glasir og H-bygningurin kosta umleið 600 milliónir hvør, áðrenn eykarokningar. Eitt rationelt ellisheim kostar 150 milliónir. Á almannaøkinum mangla nógvir bústaðir, sum á kreativan hátt verða lagdir til felagið Bústaðir at gera, soleiðis at teir ikki telja sum íløgur, men tyngja framtíðar rakstur.

Í staðin áttu vit, eins og eg fyrr havi víst á, at sett fleiri pengar av til íløgur. Havi víst á, at tað er neyðugt at seta 300 mió. árliga av til vegir, tunlar og strandferðsluskip. Arbeiður Løgtingi skjótt og setur neyðugan pening av, koma teir á mál í rímuligari tíð. Tá slepst eisini undan rossahandlum, líka mikið hvør situr í samgongu.

Havi ikki hugt neyvt eftir íløgutørvi á almanna og heilsuøkinum. Men tær íløgurnar eru sera stórar, tá tær verða gjørdar. Somuleiðis leigar tað almenna nógv sera órationel hølir. Útbúgving og gransking eins og mentan tørva hølir við jøvnum millumbilum. Tí havi eg leysliga mett, at 300 milliónir eiga at verða til hesar íløgur.

Skiftandi samgongur brúka 2 ár at samráðast um, hvat skal raðfestast. Síðan 1 ár til projektering. Fjórða árið seta tey 5% av kostnaðinum sum valagn á fíggjarlógina. Síðan avseta tey hini 95 prosentini til næsta valskeið. Tað hevur ikki víst seg at rigga og úrslitið er, at onki verður gjørt. Men ókeypis er tað ikki.

Samanbera vit hesar broytingar við uppskotið fyri Løgtings-fíggjarlóg fyri 2020 sær tað soleiðis út.

 

Sum tit síggja, so broytir hetta ársúrslitið 200 milliónir skeiva vegin. Men úrslitið er “bara” 35 milliónir í undirskoti.

Vit síggja eisini at raksturin er 3,3 milliardir. Tað ber altíð til at spara 10% havi eg lisið í einari bók. Seinastu árini hava verði eitt útreiðslugildi, sum vit ongantíð hava sæð fyrr. Tí ber ivaleyst til at spara, um ikki 10% so, rættuliga nógvar pengar. Einasta forðingin er helst 33 ávísir persónar. Politikarar eru valdir at taka avgerðir. Stórar avgerðir. Tit politikarar eru ikki valdir at hyggja, meðan sjálvstýrarin stendur til.

Tað eigur at bera til at halda onnur vallyftir uttan at hækka skattir. Útreiðslugildi seinastu árini er av slíkari stødd at tað uttan iva fer nógv millum skins og hold.

Um onkur útreiðsluneutral rødd spyr, so havi eg eina meining um hvar til ber at spara og hvussu umraðfestingar kunnu gerast, uttan at tað merkir uppsagnir. Men eg gangi út frá, at tað duga tey 33 betri enn eg, so tað goyma vit til eina aðru ferð.

Fari at enda við at spyrja tey 33: Um tit ikki klára at halda raksturin so lágan, at íløgurnar eru størri enn blokkstuðulin, hvussu skulu vit so gerast sjálvbjargin? Og hvussu skulu vit klára okkum um fiskivinnan ella alivinna normaliserast?

 

Eivind Jacobsen

Strendur


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi