Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hitt vegleiðarastovuna á Oyrarbakka

Innanlands | 19/11-2019 16:30

Hósdagin 21. november frá kl. 15.00-18.00 vitjar vegleiðarastovan í Skúlanum við Streymin. Hetta er eitt tilboð til allar borgarar.

Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðurin broytist støðugt og tykist mangan sera fløktur. Tí er sera umráðandi at lívlong vegleiðing er fyri øll í Føroyum. Endamálið við lívlangari vegleiðing er, at vegleiða fólki í øllum aldri at menna seg. Hettar verður seg útbúgvingarliga og starvsliga út frá tí støðu, hvør einstakur er í. Lívlong vegleiðing hevur týdning fyri lívsvirðið hjá borgaranum. Tað er neyðugt at kunna leita sær vegleiðing og fáa svar upp á spurningar og ivamál í sambandi við lesnað, broytta arbeiðsleið, førleikamenning ella val av lívsleið – alt sera týdningarmikil stig í lívinum.

Lívlong vegleiðing kann eisini hava gagnliga ávirkan á búskapin í samfelagnum. Tá fólk hava møguleika at fáa vegleiðing innan val av yrki, um tey gerast arbeiðsleys ella ynskja at broyta lívsleið, kann vegleiðing føra við sær, at tey koma skjótari í gongd við tað, tey ynskja, til gagn fyri tann einkulta, arbeiðsstaðið og samfelagið sum heild.

Nógv fara gjøgnum útbúgvingarskipanina og út á arbeiðsmarknaðin á sjálvstøðugan hátt, men onnur hava tørv á at tosa við ein vegleiðara, tá tey skulu velja. Á útbúgvingarstovnunum eru tilboð um vegleiðing. Tó kann verða neyðugt at søkja sær vegleiðing aðrastaðni - eitt nú á Vegleiðingarstovuni, sum eisini er eitt tilboð um vegleiðing um útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarmøguleikar til tey, ið ikki eru knýtt at útbúgvingarskipanini.

Nú Vegleiðingarstovan er sett á stovn, kunnu øll í Føroyum fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Á Vegleiðingarstovuni eru fólk vælkomin inn á gólvið at tosa um teirra útbúgvingar- og starvsmøguleikar við øllum tí, sum tað inniber. Eisini ber til at ringja ella senda ein teldupost.

Vegleiðingarstovan er í holt við at menna e-Vegleiðing, sum er ein skipan, har fólk kunnu ringja, skriva ella kjatta við ein vegleiðara á Vegleiðingarstovuni. So skjótt, sum hendan skipan er virkin, kunna vit um tað.

 “Vegleiðingarstovan kring landið”

Vegleiðingarstovan fer kring landið, soleiðis at fólk fáa møguleikan at tosa við ein vegleiðara andlit til andlit. Tað er mangan best at hitta vegleiðaran, tí í samrøðuni spretta nýggj hugskot og soleiðis kann ein fáa meira burturúr vegleiðingini.

Øll  útbúgvingarøki eru umboðaði á Vegleiðingarstovuni. Tí er altíð møguleiki fyri dygdargóðari vegleiðing – og vit vita,  hvønn vit skulu seta okkum í samband við fyri at fáa besta svarið upp á spurningar og ivamál.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi