Fyrilestur við donsku Josefine Valentin í Perluni
Josefine Valentin er 33 ára gomul, og bloggari fulla tíð. 11. november í ár gav hon eina bók út við heitinum "Vilje slår talent".
Vælkenda Josefine Valentin kemur til Føroya, at geva tær eina leiðbeining til persónliga framgongd og ein glaðari og lættari gerandisdag. Josefine Valentin hevur hildið fleiri fyrilestrar í Danmark. Hon viðgerð evni, sum parlag og hvussu tað er at gerast mamma. Hon tosar eisini um, hvussu tað er, tá tað er torført at gerast við barn, og tær tørvar hjálp við fertilitetsviðgerð.
Hon ynskir at hjálpa øðrum at lyfta seg úr persónligum undirskoti til yvirskot. Tí lærir hon arbeiðshættir, mannagongdir og góðar vanar frá sær.
Fyrilesturin við Josefine Valentin verður ærligur og skal geva íblástur til, hvussu tú kanst fylgja tínum dreymum.
Fyriskipararnir bjóða køku og kaffi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur