Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Greining av heita vatninum í Kollafirði

Innanlands, Vísind | 21/11-2019 19:00

Greinin Shallow geothermal energy system in fractured basalt: A case study from Kollafjørður, Faroe Islands, NE-Atlantic Ocean er nýliga útkomin í altjóða tíðarritinum Geothermics.

Tað er Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, ph.d.-lesandi í jarðfrøði sum arbeiðir á Jarðfeingi, ið hevur skrivað greinina saman við vegleiðarum sínum: Lars Ole Boldreel frá Københavns Universitet, Niels Hemmingsen Schovsbo frá GEUS og Janu Ólavsdóttir frá Jarðfeingi.

Greinin viðger heitu vatnskipanina á Lygnnesi í Kollafirði við serligum atliti at teimum kanningunum, sum vóru gjørdar í trimum av boringunum í 2016. Millum annað var ein Optical Televiewer, sum gevur eina sera góða 360° mynd av boriholsvegginum, sendur niður í holini. Og serliga hetta tólið, saman við einum vatnfloymismátara, hevur gjørt tað møguligt at síggja, júst hvar í undirgrundini vatnið ferðast inn í hesi trý boriholini. Seks støð, har tað mesta av vatninum kemur inn í boriholini, vóru kannað nærri, og kanningarnar vístu, at í trimum av teimum seks førunum kemur vatnið inn í rivum, sum venda í ein norðan og hella eystureftir. Tvær av rivunum eru upp til sjey sentimetrar opnar. Umframt tær vatnleiðandi rivurnar vístu kanningarnar, at vatnið eisini flytur seg í tærdum basalti, umframt at tað eisini flytur seg á ein meira fjøltáttaðan hátt. Ein onnur niðurstøða er, at vatnið í artesisku skipanini verður leitt runt í ringrás gjøgnum tær vatnleiðandi rivurnar og aðrar vatnleiðandi eindir í undirgrundini av trýsti, ið stavar frá hæddarmuninum í økinum. Ein triðja niðurstøða er, at av tí at stórar broytingar síggjast bæði í vatnfloymi og hitalagi tvørturum skipanina, har boringarnar eru, kann hetta benda á, at skipanin allarhelst er avmarkað.

Deilmál 7.2. av teimum 17 endamálunum um burðardygga menning hjá Sameindu Tjóðum sigur, at áðrenn 2030 skal burðardygg orka í heimshøpi vera munandi hækkað. Útrokningar av orkuni í heitu vatnskipanini í Kollafirði hava víst, at tað er møguleiki fyri at hita upp til 150 privat hús við orkuni, men møguleiki er eisini fyri at hita færri størri bygningar. Heita vatnið í Kollafirði, og heitt vatn sum heild í føroysku undirgrundini, kann tí gerast ein umráðandi liður fram ímóti eini grønari orkuleið. Útrokningarnar av orkuni í heita vatninum í Kollafirði vóru fyrstu ferð almannakunngjørdar í frágreiðingini Grundvatn í Føroyum, ið var skrivað í 2015.

Í løtuni verður bíðað eftir úrslitum frá kemiskum vatn-kanningum, ið eru og vera gjørdar av vatninum. Hesar kanningar kunnu millum annað siga nakað um, hvussu leingið vatnið hevur verið í umferð í undirgrundini, og hvussu heitt vatnið hevur verið. Hetta kann aftur siga nakað um, hvussu skjótt vatngoymslan verður endurnýggjað umframt, hvussu djúpt vatnið hevur verið.

Ph.d. verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum og Grunninum fyri føroyskari førleikamenning.

Tað skrivar gransking.fo.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi