Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føðideildin hevur fingið eina kølivøggu

Innanlands | 28/11-2019 17:00
Á myndini f.v. Birita Højgaard, Malan Jónsdóttir, Vanja Olivarsdóttir, Ingun Gaardbo, leiðandi sjúkarøktarfrøðingur og Rannvá Debes Christiansen, leiðandi jarðamóður á Føðideildini. | Mynd: Berin

Týsdagin varð ein kølivøgga, ein sonevnd CuddleCot, donerað til Føðideildina. Talan er um eina verkætlan og eitt samstarv ímillum Beran/Felagið Pinkubarnadeyða og tríggjar mammur, ið hava mist pinkubarn. Endamálið við verkætlanini er at bøta um korini hjá foreldrum, sum missa pinkubarn.

Kølivøggan gevur framyvir foreldrum, sum missa pinkubarn, betri møguleika til at hava barnið hjá sær fram til jarðarferðina. Gransking staðfestur, at tað hevur stóran týdning fyri sorgartilgongdina, at stundir eru at siga farvæl við barn sítt. Tað kann vera við til at fyribyrgja kompliseraðar sorgreaktiónir, ið kunna elva til niðursettan lívskvalitet ella varandi mein. Tað skrivar Berin á sínum facebook vanga.

Ynskið um at foreldur framyvir kunna fáa bjóða eina kølivøggu, kemur frá trimum mammum og lýsa tær tað soleiðis:

“Ynski um eina CuddleCot til foreldur, ið missa pinkubørn, stavar frá egnum royndum, tá eg misti mín son i Novembur 2017. Eg var tá búsitandi í Onglandi og fekk frá føðideildini har, bjóda eina ´CuddleCot´, sum eg kundi brúka á sjúkrahúsinum og læna heim vid, soleiðis at eg fekk meira tíð saman vid soninum. Við eini CoddleCot fekk eg møguleika til at hava sonin hjá mær, frá tí at hann bleiv føddur, til hann skuldi jarðast, sum var 3 dagar og 3 nætir. Hendan tíðin saman við okkara barnið, hevur havt serstakan týdning fyri okkum sum foreldur. Havi síðani havt samband við fleiri foreldur í Føroyum, sum eisini hava mist, og sum siga seg hava sakna at hava hendan møguleikan. Orsaka av hesum, vil eg so gjarna geva øðrum familjum, sum missa sama møguleikan til at fáa sagt orduligt farvæl við teirra lítla barn.”

”Sum foreldur, var tað ógvuliga hart at síggja ljósmóðrina fara avstað við soni okkara, bert fáar tímar eftir at hann doyði. Tankin um, at hann lá einsamallur í einum kølirúmi, ímeðan vit fóru avstað frá sjúkrahúsinum, var ræðuligur. Vit ynsktu bara at hava hann hjá okkum. At sita við honum, at kýna og mussa hann, og at taka myndir av honum í friði og náðum. Men hetta kundu vit ikki, tí hann mátti liggja kalt. Hvørja ferð vit høvdu tørv á at síggja sonin, vóru vit tengd at føðideildini, so tey kundu tilrættileggja alt og finna okkum eina stovu. Hetta kendist ógvuliga møtimikið fyri okkum, sum vóru í djúpari sorg. Harafturat var hvør ”vitjan” avmarkað, tí at sonurin skuldi haldast kaldur. Hevði CuddleCot verið ein møguleiki, tá eg átti, so høvdu vit uttan iva tikið av tilboðnum. CuddleCot gevur foreldrum frið og stundir til at skapa minnir, sum ein kemur at liva við, restina av lívinum. Harumframt gevur CuddleCot eisini foreldrum møguleikan til at gera alt hetta í tryggum rammum, í egna heimi.”

“Í desember 2017 mistu vit dóttir okkara. Hon doyði í móðurlívi. Tá hon var fødd, vistu vit ikki, hvat vit skuldu. Tað vóru so nógvar avgerðir, ið skuldu takast. Vildu vit hava hana hjá okkum? Ella skuldi hon á køl? Um vit vildu síggja hana, so máttu vit avtala tíð við jarðamóðrina, so hon kundi gera klárt, og so høvdu vit kanska ikki hug og orku júst tá. Menniskju i sorg hava brúk fyri tíð og plássi til at rúma øllum og at taka tær røttu avgerðirnar. Kølivøggan fer vónandi at vera við til at gera tað seinastu tíðina hjá foreldrunum saman við pinkubarninum lættari.”

Verkætlanin er m.a. stuðlað av Balslev, Auto Service, Mariu Poulsen, FA/ Marna Johansen, SP/f Glitnir, Marjun Heimá og N.L.Arge. Hjartans tøkk fyri vælvild og stuðul, skrivar Berin. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi