Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Andøvsløtan
Veðurlagsstevnan í Madrid miseydnaðist tíbetur
Andøvsløtan
Sverigesdemokratar­nir fáa nú mestan stuðul í meininga­kanning
Andøvsløtan
Ring og góð bókatíðindi úr Bretlandi
Andøvsløtan
Metodistiska trúarrørslan í tvíningar?
Andøvsløtan
Kenya og Zambia eru fallin í skuldardeyðsfelluna Kina
Andøvsløtan
Harvey Weinstein gjørt semju við 30 kvinnur og í rættin fyri aðrar
Andøvsløtan
Finnland fingið fyrrv. kassadamu sum forsætis­ráð­harra
Andøvsløtan
Amerikanskur útvarpsvertur húðflettir Obama
Ymiskar sendingar
Samrøður um Tvøroyrar Diskotekklubba og komandi tiltakið "Crazy Show"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Thormann Kruse, um hvørjar orkuloys­nir føroyingar hava at velja ímillum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen, um 20 ára føðingar­dagin hjá Lindini
Ymiskar sendingar
Samrøða: Jógvan Skorheim, borgar­stjóri í Klaksvík, um vitjan til vinarbýin Skt Pætursburg
Ymiskar sendingar
Leysaløtan - Øll sendingin - 24. jan 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Jørgen Niclasen, um arbeiði sum lands­stýris­maður í fíggjarmálum
Metis
Samrøða: Simon Nordendal frá DroneDirector, um hansara royndir við fjarstýrdum drónum
Metis
Samrøða: Terje B. Vestergaard, sum er varaborgar­stjóri í Runavíkar kommunu
Metis
Samrøða: Jørgen Niclasen, um støðuna í Fíggjar­mála­ráð­num í løtuni
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. jan 2020
R7 Premier League
R7 Premier League (45) - 20. jan 2020
Lýsing
Lýsing

Óskil og gitingar

Fiskivinna, Lesarabrøv | 28/11-2019 21:00

2. juni í ár spurdi eg um at fáa innlit í royndirnar, sum Alberg gjørdi á Føroyabanka januar 2013 til mai í 2014. Teir gjørdu 6 túrar, eg fekk svar uppá nakar av spurningum rímiliga skjótt. Spurdi aftur og fekk ikki nakað ordiligt svar, bert at upplýsingarnir ikki vóru tøkir í løtuni.

So skrivaði eg aftur, tá var eg blivin eitt sindur irriteraður, og skrivaði "At eg hevði ringt við at trúgva, at Havstovan ikki hevði knattstøðurnar og hvat dýpið Alberg hevði roynt á". Jú tá kom svar.

Hey Eyðun.

Hetta er svarið upp á nýggja fyrispurningin um innlit settur 24 juni 2019.

Havstovan veit í hvørjum øki á Føroyabanka, sum hvør seta varð gjørd, tó at knattstøðurnar ikki eru skrivaðar niður. Tað varð tó skilað til í avtaluni millum Havstovuna og M/B Alberg, at knattstøður og dýpi skuldu skrivast niður fyri hvørja setu. Av onkrari orsøk vórðu hesar upplýsingar ikki givnar Havstovuni. Í onkrum føri var ein mynd av positiónum víst og knattstøður, har báturin hevði verið ein ávísan túr.

Dømi um økini eru hesi:

10-12 januar 2013 í suður/vestara kanti á Føroyabanka.
30 mai til 1 juni 2013 í suður/vestara kanti á Føroyabanka og eitt legg í norðara kant.
9-12 juli 2013 í landsynningskantinum.
4-7 September 2013 í norðara kanti.

Sambært avtaluni skuldu umleið helvtin av húkunum setast djúpari enn 150 m og hin helvtin grynri enn 150 m.


Skulu knattstøður fyri hvørja setu útvegast, má eitt arbeiði gerast og tað má setast upp ímóti øðrum arbeiði á Havstovuni.

Alberg gjørdi eisini ein túr, í apríl í 2014 og ein í mai 2014

Tað kann møguliga góðtakast, at feilur var gjørdur fyrsta túrin í januar 2013, men tað er heilt óskiljandi, at tað ikki bleiv rætta til næsta túrin,sum bleiv gjørdur í maj-juni. Ella áðrenn sætta túrin 15 mánaðir seinri, av fólkinum sum gerða stovnsmetingar og skulu ráðgeva landsstýrið og løgtingi.

Nú eru tað 6 ár síðani Alberg var har. Føroyabanki  er stórur, 4.000 ferkilometrar, so tað er ringt at vita hvar línan var.

Tað kann samanlíknast  við, at onkur keypir 4.000 ferkilometrar av jørð, og biður ein grava rør og el káplar niður, tí hann ætlar, um nøkur ár, at byggja 2  hús onkunstaðni suðurvestarliga á økinum, eitt skal eisini byggjast suðureystarliga, og tað 4 húsið skal  byggjast norðarlaga, og sigur, tú má gerða arbeiði liðugt, so økið sær út, sum áðrenn tú byrjaði. 6 ár seinri kemur so eigarin, fyri fyrstu ferð til sína ogn, og skal byggja 4 hús,  uttan at vita hvar, endarnir á rørunum og káplunum eru á hesum 4.000 ferkilometrunum.

Fyn er 3.000 ferkilometrar, Sæland er 7.000 ferkilometrar, So Føroyabanki er ikki so lítil.

So upplýsingarnir, sum Havstovan hevur, um royndar fiskapin hjá  Alberg vístu, at nógvur fiskur var á Føroyabanka í 2013 og 2014, annars eru tær lítið sigandi.

Eg spurdi ikki um rák, ætt og vind.

Tá Alberg gjørdi gjørdi 6 roktúrar á bankanum, í 2013 og 14, hví gjørdi Havstovan ikki fleiri royndir við øðrum skipum tá ?

Í ár hava 3 skip fingið royndarloyvi á Føroyabanka, men tey sleppa ikki inn á toska leiðirnar at royna, so tær vísa ikki, um nakar toskur er á bankanum

Hetta vísir enn einaferð, hvussu lítið skil er á royndunum, sum Havstovan gerð eftir okkara fiska stovnum.  

Hví fáa fiskimenn skyldina                        
Á síðu 10 - 13 í Sjóvarmál 2019 skrivar Petur Steingrund, um møguligar orsøkir, sum eru fyri,  at toskurin á Føroyabanka ikki er komin fyri seg aftur, ein møguleiki er, at onnur skip fiska toskin í kantinum, á Føroyabanka.

Sjóðarmál 2019

Eg bað um innlit í nakrar av spurningunum, eg fekk svar aftur beinanvegin.

Svari eg fekk frá Havstovuni.

Uttan at kanna, nakað sum helst, á leiðum, sum strekkja seg 50 fjórðingar út um Føroyabanka, har hann eigur at vita, at ongin Føroyabanka toskur er á, roynir Petur Steingrund einaferð enn at fara alment út, fyri at fáa allar Føringar, at misteinkja okkara fiskimenn, fyri at oyða allar fiskastovnarnar.  

Tað er ógvuliga vánaligt av einum fiskifrøðingi, men onkran verða teir noyddir at skylda uppá, tí umsitingarætlanin hjá Havstovuni, er ólukka fyri toskin á Føroyabanka.

Gulllaksa skipini vóru ein partur teimum, sum møguliga høvdu skylduna av bankanum.
Eg havi fiska gulllaks eitt tíðarskeið, og eg mintist ikki til nakran tosk í gulllaksatrolinum, nú eru 3 pør sum fiska gulllaks

So eg gjørdi mær tann ómak, at ringja til ein mann frá á hvørjum parið. Eg veit, at teir hava fiska við gullaksaskipum ímillum 15 og 30 ár hvør, og spurdi teir, um toskur var uppi í veiðuni. Svarið var 0 - 3 og 5 toskar, sum vóru komnir í gulllaksatrolið tilsamans, í øll tey árini, teir høvdu fiska gulllaks og allir søgdu, at ongin av teimum toskunum, var komin í trolið nærhendis av bankanum. Teir vóru ógvuliga harmir um, at Havstovan fór ament út, so fólk skulu misteinkja teir fyri at fiska bankatosk.

Brævið sum eg skrivaði, 28 09 um bankan.

Havstovan hevur sagt, at tann góði toskafiskiskapurin á landgrunninum og á bankanum hava altíð fylgst, uttan hesa ferð.

Um ein trolbátur fær royndarloyvi, at gerða 6 tog uppá 4 tímar hvørt, togar hann umleið yvir eitt økið, sum er 14 km2 av teimum 4.000 ferkilometrinum sum bankin er, so tað er bert óvilji frá Havstovuni, at nokta fyri at lata onnur skip fáa royndarloyvi á bankanum, ein lítil roynd, gerð hvørki skaða fyri toskastónin, ella botnin.

Havstovan torir ikki, at læta onnur sleppa inn á toskaleiðirnar á bankanum, at geva royndarloyvi á bankanum, tí tá kemur veruleikin fram.
 
Havstovan torir heldur ikki, at lova einum trolara at líkna saman við Magnus Heinason.

Eg havi ivast í, um eg skuldi skriva hetta, men eg haldi, Havstovan eigur at geva fiskimonnunum eina umbering, fyri tað teir misteinkja fiskimenninar fyri.

Er størsti møguleikin, at Føroyabanki  er farin í órøkt?
Sandshavið gjørdi 2 royndar túrar fyri Havstovuna í mars 2019, tá fingu teir 9.660 kilo av skøtu í 4 døgn. Og seinra túrin fiskaðu teir 9.200 kilo í 7 dagar

Í august 2019 blivu aftur 2 túrar gjørdir, fyrra túrin fekk Sandshavið 11.220 kilo av skøtu í 6 dagar. Seinra túrin fingu teir 6.800 kilo av skøtu í  8 dagar.

Nú í november gjørdi so Ågot ein túr, sum teir fingu 8.000 kilo, av skøturavum á 18 setum.

Tað vísir at botnurin á Føroyabanka er tapeseraður av skøtu, so tað er ringt hjá krossfiskum og krabbadjórum og øðrum at botndjórum at liva har, so  liviumstøðurnar hjá toski gerast eisini verri.

Hesi sænastu árini, er eisini ógvuliga nógv av havtasku, komin inn á grunnarnar eftir føði, í kantinum á Føroyabanka, hava skip eisini fingið nógva havtasku, tá man veit, at havtaska etur 10-20.000 tons av fiski við Føroyar um árið. skuldi Havstovan eisini roynt at opna økir, so skip kundu fiska meira av havtasku.

Petur Steingrund sigur 38 ½ minutt inni i sendingini, við Tóra á túri, at toskurin hevur alla tíðina veri her, men ongin hevur sær nakað til hann.

Tann 05 11 segði Eilif Gaard í KVF, at tað  blívur fiska ov nógv av toski á landgrunninum og umsitingar ætlanin, sum teir mæla til, ikki blívur fylgd.

Samrøðan hoyrist her. 

Um tað eg sætt, at toskurin alla tíðina hevur verið her, hvussu kann Havstovan so gerða eina stovnsmeting ?

Ella tosa um burðardygga veiðu, og ov nógv av toski blívur fiska úr stovninum,  tí  at umsitingar ætlanin hjá teimum ikki blívur fylgd.

Nú kunnu teir ikki koma við einum tilmælið um toskafiskiskapin fyri 2020.

Ætlar Havstovan at gerða somu skandalu, fyri toskin á landgrunninum, sum á bankanum? Tað blívur ofta sagt, at børn læra av sínum feilum, eg haldi, at Havstovan skuldi lært av teirra feilum, og lurta meira eftir fiskimonnum, og rætta sínar feilir, ístaðin fyri at geva okkara fiskimonnum skyldina.

Vestmanna 27. november 2019
Eyðun Hansen
 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
R7 Premier League (45) - 20. jan 2020
Eg eri hamrandi troyttur av teirri slagsíðu sum Kringvarpið leggur fyri dagin
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Nú er Lands­felagið Børn og Samvera stovnað
Metis - Øll sendingin - 21. jan 2020
166 børn fødd í Vestmanna síðan 2010
Veðurlagsstevnan í Madrid miseydnaðist tíbetur
Kjakið um Heilsuskúlan ov einstáttað
Vinnulívs­maður í Vági: Líkist ongum at avlýsa túrar hjá Smyrli á bestu ætt
Lívligt kring Trongisvágsfjørð
Tvey ferðsluóhapp á Porkerishálsi
Samrøða: Jørgen Niclasen, um arbeiði sum lands­stýris­maður í fíggjarmálum
Reisigildi á Hotel Føroyum
Óvist um Eysturoyar­tunnilin verður liðugur í 2020
Samrøða: Jørgen Niclasen, um støðuna í Fíggjar­mála­ráð­num í løtuni
Samrøða: Terje B. Vestergaard, sum er varaborgar­stjóri í Runavíkar kommunu
Fóðurflakin á Víkum sleipaður á Vestmanna
Í dag er altjóða mótmælisdagur móti 5G, men ikki í Føroyum
Amerikanskur útvarpsvertur húðflettir Obama
Sjórænarar flýddu eftir skotbardaga
Vit knýttu eitt pottalok í dorgina hjá honum og loraðu hana út í sjógvin. Á botn.
MYNDARØÐ: Jákup Andreasen lagt frá sær
Tjúgu verkætla­nir fáa stuðul frá Fiski­mála­ráðnum
Nógvir beinleiðis gestir í sending­ini Leysaløtan í dag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Andøvsløtan
Veðurlagsstevnan í Madrid miseydnaðist tíbetur
Andøvsløtan
Sverigesdemokratar­nir fáa nú mestan stuðul í meininga­kanning
Andøvsløtan
Ring og góð bókatíðindi úr Bretlandi
Andøvsløtan
Metodistiska trúarrørslan í tvíningar?
Andøvsløtan
Kenya og Zambia eru fallin í skuldardeyðsfelluna Kina
Andøvsløtan
Harvey Weinstein gjørt semju við 30 kvinnur og í rættin fyri aðrar
Andøvsløtan
Finnland fingið fyrrv. kassadamu sum forsætis­ráð­harra
Andøvsløtan
Amerikanskur útvarpsvertur húðflettir Obama
Ymiskar sendingar
Samrøður um Tvøroyrar Diskotekklubba og komandi tiltakið "Crazy Show"
Ymiskar sendingar
Samrøða: Thormann Kruse, um hvørjar orkuloys­nir føroyingar hava at velja ímillum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen, um 20 ára føðingar­dagin hjá Lindini
Ymiskar sendingar
Samrøða: Jógvan Skorheim, borgar­stjóri í Klaksvík, um vitjan til vinarbýin Skt Pætursburg
Ymiskar sendingar
Leysaløtan - Øll sendingin - 24. jan 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Jørgen Niclasen, um arbeiði sum lands­stýris­maður í fíggjarmálum
Metis
Samrøða: Simon Nordendal frá DroneDirector, um hansara royndir við fjarstýrdum drónum
Metis
Samrøða: Terje B. Vestergaard, sum er varaborgar­stjóri í Runavíkar kommunu
Metis
Samrøða: Jørgen Niclasen, um støðuna í Fíggjar­mála­ráð­num í løtuni
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. jan 2020
R7 Premier League
R7 Premier League (45) - 20. jan 2020
Nýggjastu tíðindi