Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Lánifíggjaður vøkstur hjá Tórshavnar Kommunu - í bestu tíðum!

Lesarabrøv, Politikkur | 28/11-2019 13:45

Brotin vallyfti hjá Fólkaflokkinum

Fíggjarætlanin 2020 hjá sitandi býráðsmeiriluta skal samtykkjast í kvøld, men har er eingin skattalætti hjá Fólkaflokkinum og Boga Andreasen, sum hevði hesa yvirskriftina í grein undan kommunuvalinum, 20. september 2016:

“Skattlætti og skynsamari fíggjarstýring
Tað gongur væl í Tórshavnar Kommunu, men nú er stundin komin til skattalætta og neyvari búskapar- og fíggjarstýring. Góða gongdin skal halda fram við einum tryggum fíggjarpolitikki sum grundvølli undir høvuðsstaðnum.

Tað er ein sannroynd, at tað gongur væl í okkara stórbæra og livandi høvuðsstaði. Tað ber til at siga, at trygd og trivnaður eru í hásæti, júst soleiðis sum vit settu tað út í kortið fyri fýra árum síðani.

Eg haldi, at nú er stundin komin at veita okkara borgarum skattalætta - møguliga eini 2-4 prosent, sum høvdu munað væl í pengapunginum hjá tí einstaka.”

Lánifíggjaður vøkstur

Men, hvat hendir ístaðin, Bogi & Kompany skuldbinda hvønn einstakan í kommununi við nærum 2 skattaprosentum, og kemur nú krúpandi undan húsarhorninum við fólkafloksborgarstjóranum, Tjóveldisflokkinum og Framsókn í hølunum á sær, til at taka lán til yvirforbrúk - og haldið tykkum fast at lána 60 mió. kr. til yvirforbrúk.

Henda lántøka skal gerast hóast kommunukassin hevur havt stórar meirinntøkur síðan 2017, tá tey tóku við politisku leiðsluni.

Bara í  2019 eru meirinntøkurnar omanfyri 50 mió. kr. Men álíkavæl fáa tey ikki endarnar at røkka saman, tí forbrúkið er størri enn pengar eru til.

So frá 2020 skal skattgjaldarin í Tórshavnar Kommunu aftur stríðast við lán - hvør einstakur.

Samgongan mist tamarhaldið á búskapinum hjá kommununi

Tað merkisverdað er, at síðsta ár bleiv nógv gjørt burtur úr, at tey skuldu gjalda skuld niður, og fíggjarstýringina høvdu tey eitt skarpt eyga við.

Tað krevst ein sterk politisk leiðsla at stýra í góðum tíðum. Men tað kann mann ikki siga er veruleikin í Tórshavnar Kommunu - rakstrarútreiðslurnar eru galopperaðar uppeftir, púra ókontrolerað. Kommunala fyrisitingin kostar nú yvir  92,9 míó. kr. og samlaðu lønarútgjaldingarnar eru umleið 650 mió. kr., árliga.

Tórshavnar Kommuna skal gera íløgur fyri 360,3 mió. kr. í 2020, íroknað framfluttar íløgur uppá 36 mió. kr. og íløgur hjá Tórshavnar Havn uppá 66,7 mió. kr.

Ein kann spyrja seg sjálvan, er tað skilagott í allar bestu tíðum at føra ein slíkan konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikk, sum bara er við til at skunda undir prísvøkstur og skapa fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum. Og er tað ikki fullkomuliga vitleyst og ábyrgdarleyst at fara so langt í bestu tíðum at stimulera búskapin við lánifíggjaðum rakstri og íløgum.

Alt bendir á, at sitandi býráðssamgonga hevur mist fíggjarliga tamarhaldið á búskapinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Nú bíða vit spent eftir tí seinastu fíggjarætlanini fyri 2021, sum tey koma at borðreiða við á heysti 2020 - the show must go on ella?

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
NOVA úr Suðuroynni (54) - 28. okt. 2020
Vespureiðrið (157) - 26. okt. 2020
VALSENDING: Borgaralistin í Runavík - 27. okt. 2020
Samrøða: Bogi Næs, áhugaður í veteran-akførum
Sofus Hansen: Vandi er fyri, at fólk missa bæði tenn og plombur av risting­num
Munurin millum ‘reyðar’ og ‘bláar’ statir í USA
Eg eri spentur og trúgvi uppá hetta
Samrøða: Bjarti Mohr um amerikanska forsetavalið
Samrøða: Mona Breckmann Wescott um Tey 5 Kærleiksmálini
Tórbjørn Jacobsen: Vørðuklettur – 42 ár í afturhvarvinum
Fjøruvegurin
Forsætis­ráð­har­rin í Lesoto ákærdur fyri at hava myrt konuna
Brandur Sandoy: Tí er Anja eitt gott boð
Bispur: Nærri menniskjum – lægri løn!
Góð og ring tíðindi um stórhvalasløg­ini slættibøku og royður
Slepp tær lætt og bíliga undan Corona við at eta nógv D-vitamin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Jóannes Skaale 2. partur
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (100) - 28. okt. 2020
Føroyskir prestar og prædikumenn skulu ikki í bás við islamistiskum imamum 
Skála kirkja tók navnið á fjørðinum
Samstarvið við Jan endað
Karlot Hergeirsson: Ternan Reyða
Valevni setur avmarkingar til hini valevnini
Helgi Abrahamsen svarar fyrispurningi frá Johan Dahl viðvíkj­andi ravmagnsviðurskiftum
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi