Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Samrøða: Simon Nordendal frá DroneDirector, um hansara royndir við fjarstýrdum drónum
Metis
Samrøða: Terje B. Vestergaard, sum er varaborgar­stjóri í Runavíkar kommunu
Metis
Samrøða: Jørgen Niclasen, um støðuna í Fíggjar­mála­ráð­num í løtuni
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. jan 2020
R7 Premier League
R7 Premier League (45) - 20. jan 2020
Andøvsløtan
Góðar tíðir í Danmark, men tó fleiri arbeiðsleysir akademikarar
Andøvsløtan
Mangur sigur frá Ólavi kongi, men hevur ikki sæð hann...
Andøvsløtan
Góð vinnutíðindi til m.a. meiri framburð og vælferð
Andøvsløtan
Sálarfrøð­ingur sigur, at besta gávan til børn er at læra tey um Gud
Andøvsløtan
Netanyahu trygt afturvaldur leiðari í Likud
Andøvsløtan
Træplanting runt um í heiminum
Andøvsløtan
Framstig fyri saudiskar kvinnur: Nú fáa tær SMS-boð um hjúnaskilnað
Andøvsløtan
Fræls fólk í londum við marknarbúskapi tjena í miðal 6 ferðir meir enn fólk í ófrælsum londum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálpara­felag Føroya, um staðseting­ina av Heilsuskúla Føroya
Ymiskar sendingar
Samandráttur frá handanini av Mentan­arvirðislø­num Landsins
Ymiskar sendingar
Samrøða: Thormann Kruse um politikk og grøna orku
Ymiskar sendingar
Samrøða: Brynhild Kamban, sum hevur kynfrøðiliga greina Sjúrðakvæðini
Metis
Samrøða: Rani Nolsøe, ið er í ferð við at geva út nýggja tónleikafløgu "Ókendar leiðir"
Metis
Metis vitjar umborð á nýggja Klakki har Líggjas Johannesen fortelur um skipið
Lýsing
Lýsing

Jógvan Andersen helt hesa talu, tá jólatræið varð tendrað á Skála 30/11-2019

Innanlands | 30/11-2019 23:25

Góðu Skálafólk. 
Einki er sum familjuhugnin tá ið jólapyntið verður funnið fram og skal hangast upp eftir longri tíð í dvala. Perurnar, nissur, kavamenn og heimagjørt pynt frá barnagarði og skúla, fær huglag føroyinganna at blóma. Tá ið sjálvt jólatræið síðan kemur inn í stovuna, lukturin av grann fyllir húsið og nálirnar eru eftir øllum gólvunum, tá eru av sonnum jólini komin, og myrka tíðin á árinum tykist brádliga ljósna.

Tá eg hugsi aftur á jólatræið sum barn, var tað vanliga pyntað við ljósum, kúlum og kramarhúsum fylt við Quality Street karamellum. Seinnu árini kom eisini jólapynt úr dagbløðum upp at hanga. Viggo Holm, sáli, ið var gubbi mín, var rættiligur lesihestur og átti altíð seinastu útgávuna av dagbløðunum úr Danmark. Dagliga sást hann til gongu ella við súkkluni, í svørtum regnjakka, bláum kovboybuksum og sigar í hondini. Hann gekk dagliga inn til okkara og koyrdi sigarøskuna beint í urtapottarnar. Í desember mánaði hevði hann jólapynt við úr dagbløðunum. Sjálvur helt hann vanliga jól heima hjá okkum og var tað óivað tí, tað kom upp at hanga.

Sum barn er tað tó ikki træið og pyntið, ein minnist aftur á, men heldur tal og stødd á pakkum undir trænum. Spyrt tú meg, minnist eg enntá aftur á, hvussu pappírið á gávunum sá út okkurt árið.

Virðið av jólunum kunna tó ikki mátast upp í pengum, og sum ein eldist, er tað ikki gávur, ið geva einum gleði, men at gleða onnur gerst ein gáva. Tankarnir leiða meg aftur til J. J. í Gerði, abbabeiggi mín av Skipanesi, ið búði eitt skifti á Skála. Hann yrkti javnan, og tú kundi einamest ikki lata eina Dimmalætting upp uttan har var bæði ein, tvær, tríggjar og mangan enn fleiri yrkingar í hvørjum blaði. Í blaðnum Tingakrossur frá 1985 skrivaði hann soleiðis:

Tú elskar tín næsta
Ljóðar um hav og strendur
Hvar er tín næstrakærleiki
Tá ið á stendur

Tú hugsar bert um teg sjálvan
Tað man vera tað sanna
Tín næstrakærleiki er bert tos
Og alt einki annað

Vit hava mangan slíkan skund í gerandisdegi okkara, at vit ikki leggja til merkis ella enntá hugsa um næsta okkara. Vit raðfesta egnan skúla, útbúgving, yrkisleið, útsjónd, hús, innrætting og bil. Børnini ganga til alskyns ítriv, og hava vit eina løtu, ella ikki, seta vit okkum á Facebook, Instagram og alnótina annars. Dagsins samfelag er mangan grundað á tað fullkomna glansbílætið, men veruleikin er, at vit lata tær dýrabæru løturnar fara framvið, meðan vit taka eina mynd av okkum sjálvum á Snapchat og senda hana til persónin yvirav okkum. Mangan hugsi eg aftur á Viggo Holm, ið dag og dagliga fekk tíðina at ganga við at práta, støkka inná gólvið hjá fólki, ganga ein túr, súkkla ella seta seg við endan á báthylinum og hyggja út á fjørðin. Alt var á ein hátt so einfalt, og tíðin var ikki nakað, ið hann hugsaði um.

Nú, jólini eru í hondum, hava flest øll trø mist bløð síni. Grantræið, ið stendur her, er tó millum einasta slag, ið er grønt alt árið. Tað peikar á skaparan, sum í skriftini segði, at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Høvdu vit á sama hátt dugað at elska næsta okkara, ikki einans á jólum, men allar ársins tíðir.

Eg hevði ynskt, at mín gáva bleiv at steðga á, hyggja upp og fevna um tær ríku løturnar, ið standa dagliga og bíða eftir mær. Løturnar saman við maka, børnum, familju, vinfólki og starvsfeløgum. Og sum ljósini á trænum her glampa, lat okkum fyri næsta okkara verða tað sama.

Við hesum orðum vil eg at enda ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól!

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
R7 Premier League (45) - 20. jan 2020
Eg eri tann einasti organistu­rin í Hvalvíkar kirkju í løtuni
Jenis um ónøgd við virðisløn: Kristiligheitin er orsøkin
Eg eri hamrandi troyttur av teirri slagsíðu sum Kringvarpið leggur fyri dagin
Metis - Øll sendingin - 21. jan 2020
Kjakið um Heilsuskúlan ov einstáttað
Góðar tíðir í Danmark, men tó fleiri arbeiðsleysir akademikarar
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Nú er Lands­felagið Børn og Samvera stovnað
Tvey lík funnin í Íslandi
Íslendskir trolarar uttanfyri Suðuroynna
Vinnulívs­maður í Vági: Líkist ongum at avlýsa túrar hjá Smyrli á bestu ætt
Tvey ferðsluóhapp á Porkerishálsi
Nógvur vindur aftur í dag
Mangur sigur frá Ólavi kongi, men hevur ikki sæð hann...
Samrøða: Signhild V. Johannesen, sum er postmeistari og býráðs­politikari í norð­oyggjum
Lívligt kring Trongisvágsfjørð
Samrøða: Thormann Kruse um politikk og grøna orku
Metis vitjar umborð á nýggja Klakki har Líggjas Johannesen fortelur um skipið
Reisigildi á Hotel Føroyum
Samrøða: Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálpara­felag Føroya, um staðseting­ina av Heilsuskúla Føroya
Óvist um Eysturoyar­tunnilin verður liðugur í 2020
Samrøða: Brynhild Kamban, sum hevur kynfrøðiliga greina Sjúrðakvæðini
Góð vinnutíðindi til m.a. meiri framburð og vælferð
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Samrøða: Simon Nordendal frá DroneDirector, um hansara royndir við fjarstýrdum drónum
Metis
Samrøða: Terje B. Vestergaard, sum er varaborgar­stjóri í Runavíkar kommunu
Metis
Samrøða: Jørgen Niclasen, um støðuna í Fíggjar­mála­ráð­num í løtuni
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. jan 2020
R7 Premier League
R7 Premier League (45) - 20. jan 2020
Andøvsløtan
Góðar tíðir í Danmark, men tó fleiri arbeiðsleysir akademikarar
Andøvsløtan
Mangur sigur frá Ólavi kongi, men hevur ikki sæð hann...
Andøvsløtan
Góð vinnutíðindi til m.a. meiri framburð og vælferð
Andøvsløtan
Sálarfrøð­ingur sigur, at besta gávan til børn er at læra tey um Gud
Andøvsløtan
Netanyahu trygt afturvaldur leiðari í Likud
Andøvsløtan
Træplanting runt um í heiminum
Andøvsløtan
Framstig fyri saudiskar kvinnur: Nú fáa tær SMS-boð um hjúnaskilnað
Andøvsløtan
Fræls fólk í londum við marknarbúskapi tjena í miðal 6 ferðir meir enn fólk í ófrælsum londum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálpara­felag Føroya, um staðseting­ina av Heilsuskúla Føroya
Ymiskar sendingar
Samandráttur frá handanini av Mentan­arvirðislø­num Landsins
Ymiskar sendingar
Samrøða: Thormann Kruse um politikk og grøna orku
Ymiskar sendingar
Samrøða: Brynhild Kamban, sum hevur kynfrøðiliga greina Sjúrðakvæðini
Metis
Samrøða: Rani Nolsøe, ið er í ferð við at geva út nýggja tónleikafløgu "Ókendar leiðir"
Metis
Metis vitjar umborð á nýggja Klakki har Líggjas Johannesen fortelur um skipið
Nýggjastu tíðindi