Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Argentina aftur í sosialistiska kyksendan

Andøvsløtan | 01/12-2019 18:00

Argentina er dømt til at vera fjøtrað at síni peronistisku fortíð, skrivaði blaðið ‘La Nación’ í Buenos Aires, eftir at peronistiska valevnið, Alberto Fernandez vann forsetavalið við fyrrv. forsetanum, Christinu de Kirchner (nú 66 ára gomul), sum varaforsetaevni.

Peronistiska samfelagskipanin hevur navn eftir stovnaranum, Juan Peron (1895-1974), herovasta, ið var einaræðisharri í Argentina tvey stutt tíðarbil, 1952-55 og 1973-74.

Peron kláraði tað fyrra andarhaldið í landsins søgu at umleggja argentinaska búskapin til eitt slag av sosialismu, planbúskap, stuðlað av fakfeløgunum, hvørs leiðslur stuðlaðu Peron og hava verið peronistiskar síðan.

Fyrra forsetaskeiðið hjá Peron varð merkt av konu hansara, Evu Peron, ið hevði risa vald og himmalhøgan status millum argentinar (serliga kvinnur), og úti í heimi. Hon var almannaráðharri við dgnari ráðstovu, har hon sjálv aftan fyri skriviborðið handaði teim fátæku almannahjálp yvir borðskivuna.

Evita (Don’t Cry for me, Argentina) doyði av krabba blaðung og bleiv martýr, so svartklæddar kvinnur síðan hava valfarið at leggja blómur á grøv hennara.

Seinasti peronistiski forseti var Christina de Kirchner, hvørs maður hevði verið forseti undan henni. Kirchner fall til valið í 2015, og tá kom hin konservativi Mauricio Macri í hennara stað.  Macri hevur sitið forseti til nú.

Macri var tó ikki meiri konservativur enn so, at hann megnaði ikki at broyta láni-, skuldar-, fíggjarpolitisku og inflatiónskósina hjá argentinskum embætis- fólki og politikarum. Fakfeløgini fylgju bara við, kravdu og tóku tað, tey kundu.

Fyri tveimum árum síðan vóru Kirchner-hjúnini rættarsókt fyri mutur og svik, hvítting og gjaldoyraspekulatión við miljardum av almennum peningi . Men tær ákærurnar kunnu neyvan hava fingið fylgjur, nú Kirchner er afturvald sum varaforseti í nýggju peroniststjórnini, ið hevur ræðið komandi 4 árini við Alberto Fernandez á odda.

Virðisbrævamarknaðurin í Buenos Aires fall saman, tá valúrslitið spurdist, og meinigir argentinar tustu frá húsum til bankarnar at keypa amerikanskar dollarar, tí argentinski pesos hevur altíð  sveiggjað vilt eftir umstøðunum.

Ein dollari kostar 55 pesos nú, men dýrkar helst í stórum komandi mánaðir.

Nú væntar dagblaðið ‘La Nación’ eitt afturvendandi umfar av skuldsetingum frá øllum síðum, um tað eru altjóða fíggarstovnar sum WB og IMF ella argentinar sjálvir, ið hava skyld í neyðstøðuni.

Argentina hevði heimsins 7 sterkasta og størsta búskap í 1920-unum. Eftir 2. heimskríggj og serliga eftir at Juan Peron og konan Evitu í 1950- unum rendu landið út av bakkanum niður í kyksendan, hevur landið talst millum tey miseydnaðu.

Í dag er stóra suðuramerikanska landið við heimsins bestu fortreytum (6 ferðir størri enn Frakland til víddar við 40 mió íbúgvum av (suður)evropiskum uppruna) nummar 56 millum heimsins búskapir. Tað liggur við sama lag í sínum sjálvskapta kyksenda.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi