Írland prentar heilsuávarðing á rúsdrekkafløskur
Ein fullur maður hevur verið írsk keypumynd, ja enntá tjóðareyðkenni í fleiri ættarlið, eisini millum írar í Onglandi, USA o.ø. anglo-saxiskum londum, hagar hesir keltar eru fluttir í hópatali síðan 19. øld.
5,5 mió fólk búgva í Írlandi, men eini 30 mió fólk hava írskt blóð í æðrunum.
Írar í Írlandi hava eisini nógv alkohol í æðrunum, tí ein kanning herfyri vísti, at 39% av írum yvir 15 ár høvdu verið dýrandi fullir seinasta mánaðin.
Í Evropa drekka bert eysturríkarar meiri alkohol í miðal enn írar. Tað ætlaðu írskir politikarar at gera nakað við, tá Dáil (tjóðartingið) og Senatið samtyktu at eyðmerkja rúsdrekkafløskur við heilsuávarðing, eins og tubbakk er merkt.
Írland var fyrsta ES-land, ið bannaði royking á arbeiðsplássum longu í 2004.
Hóast lógin er samtykt, og fløskur hava fingið áskrivt um heilsuvanda, hevur vinnu- og fakfeløg víst á, at í Írlandi arbeiða eini 300.000 fólk við at bryggja og distillera rúsdrekka, umframt tey, ið selja, goyma og skeinkja rúsdrekka í eitt nú gistingar- og ferðavinnuni á ymsum stigum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur