Nigerianskur uppruddari í korruptión fingið sekkin fyri mutur
Topp embætismaðurin hjá Buhari forseta í Nigeria, sum hevur staðið fyri tí tungu uppgávu at rudda upp í korruptión o.a. siðspillu í landinum, er frákoyrdur undir illgruna og ákæru fyri sjálvur at hava tikið móti mutri.
Okoi Obono-Obla hevur verið leiðari í sonevndu ‘Special Presidential Investigation for the Recovery of Public Property’, serligu nevnd forsetans til at finna fram til og at bera aftur til rætta myndugleika stolna almenna ogn.
Tað hevur verið stórt baks at røkja hesa uppgávu í einum afrikanskum landi sum Nigeria við 200 mió íbúgvum. Landið er býtt í helvt, norðara er muslimsk og sunnara ein ellibiti av kristni og afrikanskum gandakynstri.
Orsøkirnar til, at hesin Okoi Obono-Obla nú fekk sekkin, eru, at hann er undir illgruna fyri sjálvur at hava tikið ímóti mutri, fyri at hava falsað próvskjølini, ið góvu honum førleikan at søkja starvið, fyri fíggjarundandrátt og fyri stuldur av almennari ogn, ið honum var litið til at finna fram til og bera aftur.
Obono-Obla noktar seg sekan og heldur uppá, at politiskir mótstøðumenn, t.m. sjálvur varaforsetin, hava bitið hann í bak fyri at fáa hann úr starvi, so teir sleppa undan at verða avdúkaðir fyri stuldur av almennum ognum og kunnu halda fram ólógliga at fáa fatur á og ræna til sín tjóvagóðs frá tí almenna.
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.
Mest lisið í farnu viku

Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna

Tobbi: Hetta er so stórt, at eg næstan ikki havi orð fyri tí.

Hanus Hansen, reiðari: Eg kenni meg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram

Durita Fagradal Augustinussen er sett sum mentanar- og ungdómsleiðari í Vestmanna

Uppsjóvarvinnan betalti 65% í skatti í 2017

Myndarøð: Fuglafjarðar Sangkór og Vestmanna kirkjukór konsert í Vestmanna

Føðideildin hevur fingið eina kølivøggu

Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old

R7 Premier League (40) - 2. des 2019

Leygardagurin var góður fyri lítla nótabátin úr Søldarfirði

Jógvan Andersen helt hesa talu, tá jólatræið varð tendrað á Skála 30/11-2019

Absalon og Rumenia - í 30 ár

Nú er nóg mikið í Runavík! Fólkið sigur stopp!

Regin Jacobsen er næststørsti eigari í Bakkafrosti

Klæmint avloysir Páll

Samrøða: Absalon Absalonsen um bókina "Grønlendskir norðbúgvar"

Metis - Øll sendingin - 03. des 2019

Samrøða: Terji Nielsen um grøna orku

Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni

SEV: Elrokningin verður dýrari fyri húsarhald í 2020

Deyður persónur funnin á Kunoynni

Ring til tann føroyska jólamannin

Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø

Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











