Hanus Hansen, reiðari: Eg kenni meg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram
Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol og P/F Næraberg sigur í viðmerking til tað sum Pól Huus Sólstein segði á almennum fundi hóskvøldi, at hann kennir seg ikki aftur í tí sum stjórin í North Pelagic førir fram.
Tað sigur hann við Norðlysið.
Hann heldur fram: - Eg kenni meg als ikki aftur í tølunum sum Pól Huus førir fram. Í samband við søluna av fiskinum hjá Nærabergi havi eg mangan tosað við eitt nú Pól um vit fáa nøktandi prís, og vanliga hava vit ligið ógvuliga tætt við prísin sum teir fáa.
- Tað er ikki rætt at samanbera skipini, og skulu vit gera tað, so mugu vit hyggja nærri at tølunum enn bara at kopiera tey av heimasíðuni hjá Vørn.
Øll greinin kann lesast HER https://nordlysid.fo/tidindi/62741/hanus-hansen-naeraberg-faer-noktandi-pris-fyri-fiskin
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur