Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Leygardagurin var góður fyri lítla nótabátin úr Søldarfirði

Innanlands, Vinnulív | 02/12-2019 11:30

Rokaðust inni í taranum.

Leygardagin gjørdi lítli nótabáturin Katrin úr Søldafirði ein góðan dag.

-Vit kastaðu so nær landið sum vit tordu, ja, heilt inni í taranum, tí stimin stóð har. Tað var beint útfrá nýggju rundkoyringini í Rókini í Saltnesi.
Tá vit vóru lidnir at kasta og stimin var í, sigldu vit spakuliga yvir til molan á Runavíkar havn og bundu bátin. So fóru vit at pumpa sildina inn í bátin-
Tað søgdu brøðurnir Jan Eli og Hilmar Johannesen, sum eiga og reka Katrin. Teir høvdu sonin og abbasonin við, og teir sóðu út til at trívast.

-Tað var smáfallandi sild, sum vanliga er at fáa hesa ársins tíð. Harafturat vóru nakrir toskar eisini í nótini. Vit meta kastið til umleið 18 tons, sum er uppí lastina- søgdu teir.

-Vit hava fiskað nakað av brislingi í vetur, sum Tavan í Leirvík hevur keypt. Tavan keypti eisini sildina leygarkvøldið, men annars er tað Havsbrún í Fuglafirði, sum keypir sildina frá okkum, søgdu Jan Eli og Hilmar.
Katrin hevur gjørt fleiri góðar túrar í vetur.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Soleiðis skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Mynd- Tj myndir.

Fleiri myndir kunnu síggjast her 
 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (136) - 2. juni 2020
Jan Lamhauge: Eik-málið átti at verðið roynt í Rættinum
Ógvuslig spreinging á Hoegh bilskipi
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Leiðreglur fyri ferðandi broyttar
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna ( vika 23 )   
Í øðini eftir samrøðu við Trump
JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!
RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum
LÍV POULSEN ÚR SENEGAL - ein dugnaligur brævskrivari!
Norð­oyastevna á netinum
Samrøða við Rannvá G. Niclasen um mótmæli og korona í New York
Samrøða: Ógvusligar lógir samtyktar í skugganum av korona
Partabrøv til starvs­fólk hjá Bakkafrosti
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 3. partur
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Svimji- og baðoasa í Tjaldavík
BEINT NÚ - R7 kringvarp sendir beinleiðis frá Norð­oyastevnuni
Tíðindi á R7 klokkan 16:00
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
KIRKJUR, SAMKOMU- OG MISSIÓNS­HÚS - nú verður latið uppaftur!
Hotel Brandan letur upp 1. juli
Tíðindi á R7 klokkan 12:00
Sjófólk sleppa ikki í land aftur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi