Jørgen Niclasen: Flotin hjá Strandfaraskip Landsins skal endurnýggjast
Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina ítøkiliga ætlan at endurnýggja allan flotan hjá SSL– eisini nýggja Nólsoyarferju. Tað sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgin Niclasen, í aftursvarið til skriftligan fyrispurning á tingi, frá Framsóknartingmanninum Karlot Hergeirsson.
Jørgen Niclasen sigur eisini, at í mai 2020 kemur nýggi eykabáturin hjá Strandfaraskipum Landsins. Hann fær avloyst nøkur av skipunum, her ímillum Ternuna, tá ið tørvur er á tí. Báturin tekur 120 ferðafólk á sumri og 97 ferðafólk um veturin. Hann tekur 3 persónbilar ella ein stóran bil, umframt farm og olju.
Niðriundir sæst fyrispurningurin um Nólsoyarleiðina og aðrar leiðir hjá SSL frá Karlot Hergeirsson og aftursvarið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum:
1. Nær kann væntast, at nýggj ferja verður sett inn á Nólsoyar leiðina?
2. Verður arbeitt við at útvega eitt avloysaraskip, sum hevur á leið sama kapasitet sum Teistin/ Ternan,inntil nýggj ferja kemur?
3. Hví er játtanin á Nólsoyarleiðini í uppskotinum til fíggjarlóg 819.000 kr. lægri í 2020 enn 2019?
4. Vil landstýrismaðurinútvega játtan, so at "eykamaðurin" kann vera umborðalla summarhálvuna, og ikki sum higartil uml. 2 mánaðir?
5. Vil landsstýrismaðurinbera so í bandi, at tað kemur ein túrur jólaaftanskvøldog ein túrur jólakvøld, so fólk sleppa til hús?
Svar til spurningar 1 og 2: Tað er sera umráðandi,at ferðasambandið er gott til Nólsoyar, og ynskir landsstýrismaðurin at virka fyri, at sambandið er á nøktandi støði. Borgarliga samgongan, sum sat frá 2011-2015,setti sær fyri at byggja nýggja Nólsoyarferju. Verklagslóg varð samtykt, projekteringin gjørd, byggingin bjóðað út og løgujáttan tøk í 2015. Nýggj samgonga varð skipað millum Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í september 2015. Á eykajáttan í oktobur strikaði tann samgongan játtanina til nýggju Nólsoyarferjuna. Síðan er einki hent, og heldur eingin ætlan liggur í landsstýrinum frá undanfarna landsstýrið um Nólsoyarferju.
Nú er nýggj samgonga skipað. Vit hava sett okkum fyri at gera eina ítøkiliga ætlan at endurnýggja allan flotan hjá SSL–eisini nýggja Nólsoyarferju. Her skal tó leggjast afturat, at í mai 2020 kemur nýggi eykabáturin hjá Strandfaraskipum Landsins. Hann fær avloyst nøkur av skipunum, her ímillum Ternuna, tá ið tørvur er á tí. Báturin tekur 120 ferðafólk á sumri og 97 ferðafólk um veturin. Hann tekur 3 persónbilar ella ein stóran bil, umframt farm og olju.
Svar til spurningar 3 og 4: Játtanin lækkar til Nólsoyarfarleiðina frá 2019 til 2020. Orsøkin til tess er, at játtanin í ár verður brúkt til bæði vanligan rakstur og til umvælingar av Ternuni. Í 2019 hava verið umvælingar, sum ikki eru neyðugar í 2020. T.v.s, at játtanin til rakstur er óbroytt. Viðlíkahald og umvælingar av Strandfaraskipunum, verða gjørdar eftir eini langtíðarætlan, har útreiðslurnar til einstøku skipini broytast ár um ár. Landsstýrið arbeiðir enn við fíggjarlógini fyri 2020. Tí kann enn ikki sigast, hvussu játtanin til SSL verður. SSL upplýsir, at nevndi eykamaðurin á Ternuni í summarhálvuni kostar einar 400.000 kr. til 420.000 kr. afturat árliga. Tað vil sjálvandi eisini geva inntøkur, men við sera lágu ferðaseðlaprísunum er ilt at meta um inntøkuvøksturin av hesum.
Svar til spurning 5: Skipini hjá Strandfaraskipum Landsins sigla 365 dagar um árið. Øll skipini hava túrar út á seinnapartin jólaaftan og fyrrapartin jóladag. Í ár eru ikki ætlanir um at broyta sigling
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











