Thor royndi at keypa kvotur í Namibia
Tað skrivar KVF.fo. Tey siga at føroyska reiðaríið hevur roynt at fáa avtalu í lag um 30.000 tons av rossamakreli í Namibia. Tað vísir eitt skjal í Wikileaks lekanum um mutur.
Eitt útkast til eina avtalu við tveir namibiskar menn øðrumegin, og Thor og eitt peruvianskt reiðaríð hinumegin, snýr seg um 30.000 tons av rossamakreli. Avtalan er fyri 2012.
Ein av namibisku monnunum, sum eru nevndir í hesari avtaluni, er sambært Namib Times skuldsettur fyri 76 mál um falsan, í sambandi við húsasølu í Namibia.
Og skjalið vísur so eisini, hvussu stórar upphæddir eru í keyp og sølu av tilfeingi. Góðar 36 milliónir hevur Thor bjóðað namibiska reiðaríðnum fyri 30.000 tons av rossamakreli, við 330.000 krónum í byrjunargjaldi fyri kvoturnar.
Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor sigur í stuttari viðmerking, at .......les alla greinina og innslagið í Dagur & viku HER http://kvf.fo/netvarp/sv/2019/11/29/20191129tveyahugaverdskjolumforoyar?fbclid=IwAR2WrlAhw7ogcVhGhww01HoqwNTH90ptmGBB5v6xLVU44l2i281iEsNmLqM
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











