Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Útbjóðingarskrivið fyri Stórutjørn undirskrivað

Innanlands | 02/12-2019 17:00

Í dag skrivaðu Annika Olsen, borgarstjóri, og Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini, undir útbjóðingarskrivið fyri Stórutjørn.

Tórshavnar kommuna bjóðar um somu leið til undangóðkenning til kapping um heildarætlanina fyri økið við Stórutjørn.

Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Føroyum verið stórur, uml. 1,5% um árið, og merkist fólkavøksturin serliga í høvuðsstaðarøkinum. Ein alsamt vaksandi býur krevur rúmari ræsur at liva og virka í. Tí er tørvur á at víðka um
býin.

Í hesum sambandi verður nú farið undir arbeiðið at skipa Stórutjørn í Hoyvík, økið norðanfyri Klingruna og vestan fyri býlingin Inni á Gøtu, skrivar Tòrshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Lendisviðurskiftini, staðsetingin í mun til undirstøðukervið og bústaðardepil, íløgur í undirstøðukervið o.a. tala fyri, at Stóratjørn verður tann næsti býarparturin, ið farið verður undir at skipa.

Kappingin snýr seg um at finna besta uppskotið til eina heildarætlan fyri, hvussu blandað bústaðar- og miðstaðarbygging, t.e. handlar, stovnar, heilsubótarhøli og annað virksemi, ið hoyrir gerandisdegnum til, skal skipast í
økinum.

Ein stórhøll er samtykt at staðseta við Stórutjørn, ið skal kunna hýsa viðkomandi
ítróttargreinum, umframt stórum ráðstevnum, tónleikaframførslum og øðrum.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu metir um innkomnum umsókirnar til undangóðkenning.

Fyrispurningar um undangóðkenningina kunnu sendast til Rakul Vest Højgaard, á rakulvesth@torshavn.fo í seinasta lagi 9. desember 2019.

Freistin at søkja um undangóðkenning er 13. desember 2019 kl. 13.

Í mesta lagi 5 umsøkjarar sleppa víðari til kappingina um bestu heildarætlanina fyri Stórutjørn.

Kappingarskráin og útbjóðingarskrivið eru at finna á torshavn.fo, skrivar Tòrshavnar kommuna. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
NOVA úr Suðuroynni (42) - 25. mai 2020
Vespureiðrið (135) - 25. mai 2020
Sjófólk leypa fyri borð av reikferða­skipum
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (viku 22)
Samrøða við Hanus Kjølbro - Tekur 1 ár at gerast skip­satstøðari á Sjónámi
Í dag lat Kunningarstovan í Nólsoy upp
Leiðreglur fyri ferðandi broyttar
RAVI ZACHARIAS - saknaður av føroyingum
Søgan um festið í Oyndarfirði
The Land of Maybe – No More
Koronasmittan komin umborð á skip hjá Maersk
Teir selja land og seg sjálvar
JUVÉL 2 - nýggj leiðsla!
Úr bandasavni­num: Samrøða við Dávur Jacobsen 2. partur
Hvagar eru vit á veg?
Jens Andreassen settur sum yvirlækni á Lands­sjúkra­húsinum
Djórini skulu hava tað gott
Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Brasilski forsetin noktar at taka ábyrgd
Samrøða: Theresa Turidardóttir Kreutzmann, um ferðavinnu í Suðuroy
Twitter setir merki á boð frá Donald Trump
Ísurin á Norð­póli­num tiðnar skjótari enn væntað
Lands­stýris­maðu­rin sett nýtt Fólka­heilsuráð
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - ein annarleiðis ferð
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi