Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Jólalesnaður til børn og ung

Innanlands | 02/12-2019 18:30

Ein vøkur og spennandi jólasøga og eitt savn við søgum úr Mumidali eru millum nýggjastu bøkurnar, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út.

Djóraljóð
Nógv spennandi ljóð eru at hoyra í djóragarðinum. Djórini kappast um at láta harðast. Les søguna, trýst á knøttarnar og hoyr fílin ýla, leyvuna brøla, delfinina hvína, sjóleyvuna goyggja og málið í nógvum øðrum djórum í djóragarðinum. Sam Taplin skrivaði, og Lee Wildish myndprýddi. Bókin er ein pappbók við ljóði, 10 s. og til tey 0-2 ára gomlu.

Søgur úr Mumidali
Eitt savn við spennandi søgum úr tí vakra Mumidalinum. Søgurnar snúgva seg um Mumihúskið og vinir teirra Mumrik, Lítlu Mý, Spelknadidduna og Snodda, sum renna seg í hattifnattarnar, fanga ein dreka, noyðast á eina óvæntaða ferð og hitta ta loyndarfullu Murruna. Amanda Li endursegði, og Ria Tórgarð týddi. Bókin er innbundin, 126 s. og til tey 3-6 ára gomlu.

Varaprinsessa Andersen
Lisa Andersen stúrir fyri síðsta skúladegi og sjónleikinum, sum flokkurin skal framføra. Tíbetur skal hon einki siga, tí hon skal bara vera afturparturin á einum hesti. Men so hendir tað, sum ikki má henda. Helena fær heilaskjálvta. Og Lisa, sum er varaprinsessa, noyðist at spæla prinsessa í sjónleikinum. Torun Lian skrivaði, og Jákup Sørensen týddi. Bókin er innbundin, 170 s. og til tey 7-9 ára gomlu.

Snjósystirin
Henda jólasøgan í 24 pørtum er kærkomin hjá øllum, ið eru góð við jólini. Skjótt verður jólaaftan, sum eisini er føðingardagurin hjá Jóali. Tað plagar at vera besti dagur í árinum, men í ár er einki, sum tað plagar. Jóal og familjan syrgja stórusystrina, Juni, sum er deyð, og Jóal heldur, at jólini rætt og slætt eru avlýst. Men ein dagin hittir Jóal ta lívsglaðu Hildigunn. Hon minnir hann á, hvussu góð jólini kunnu vera, og hann fer aftur at trúgva, at jólini kunnu koma kortini. Maja Lunde skrivaði, og Lisa Aisato myndprýddi. Jákup í Skemmuni týddi. Bókin er innbundin, 190 s. og til tey 10-12 ára gomlu.

Klukkustríðið
»Klukkustríðið« er triðja og síðsta bókin í klukkurøðini eftir M. G. Leonard. Úr einari loyniligari vistfrøðiskipan í frumskóginum ætlar Lucretia Cutter at sleppa óreinskapi leysum í verðini. Um vinfólkini Darkus, Virginia og Bertolt ikki megna at finna ein máta at steðga henni, fer hon at savna ein her av risavaksnum frankensteinklukkum. Menniskjuni eru hótt, og framtíðin er treytað av trimum børnum og teirra klukkum. Jenny Johannessen týddi. Bókin er heft, 288 s. og til stór børn og ung.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi