"Hotella Nutella" - pop-up hotell í Kalifornia letur upp í januar
Tríggir tilvildarligir vinnarar verða funnir í eini kapping at sleppa við flogfari til Napa Valley í Kalifornia at búgva á Nutella hotellinum. Hotellið hevur eyðkendu sjokulátuna sum tema um allan bygningin.
Vinnararnir sleppa at búgva á hotellinum í tríggjar dagar og tvær nætur. Har sleppa tey eisini at royna ymisk tiltøk -sjálvandi við Nutella í miðdeplinum. Millum annað kunnu tey læra at gera mat við kendum kokkum frá matarsjónvarpsstøðum, so sum Geoffrey Zakarian, kokkur á Food Network, ella Tanya Holland, "Top Chef" á støðini Bravo.
Ein onnur kend matvøruketa í USA, Taco Bell, gjørdi eitt líknandi lýsingabragd í august, har tey bjóðaðu eitt fýradaga uppihald á einum "Taco Bell" hotelli í Palm Springs í Kalifornia. Byrjanarprísurin var settur til 250 dollarar, einar 1.600 danskar krónur, fyri náttina. Tá vóru kømurini útseld eftir bert tveimum minuttum.
Kappingin at vinna eitt uppihald á Nutella hotellinum endar 8. desember.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











