Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Metis - Øll sendingin - 28. jan 2020
R7 Premier League
R7 Premier League (46) - 27. jan 2020
Andøvsløtan
Veðurlagsstevnan í Madrid miseydnaðist tíbetur
Andøvsløtan
Sverigesdemokratar­nir fáa nú mestan stuðul í meininga­kanning
Andøvsløtan
Ring og góð bókatíðindi úr Bretlandi
Andøvsløtan
Metodistiska trúarrørslan í tvíningar?
Andøvsløtan
Kenya og Zambia eru fallin í skuldardeyðsfelluna Kina
Andøvsløtan
Harvey Weinstein gjørt semju við 30 kvinnur og í rættin fyri aðrar
Andøvsløtan
Finnland fingið fyrrv. kassadamu sum forsætis­ráð­harra
Andøvsløtan
Amerikanskur útvarpsvertur húðflettir Obama
Leysaløtan
Samrøður um Tvøroyrar Diskotekklubba og komandi tiltakið "Crazy Show"
Leysaløtan
Samrøða: Thormann Kruse, um hvørjar orkuloys­nir føroyingar hava at velja ímillum
Leysaløtan
Samrøða: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen, um 20 ára føðingar­dagin hjá Lindini
Leysaløtan
Samrøða: Jógvan Skorheim, borgar­stjóri í Klaksvík, um vitjan til vinarbýin Skt Pætursburg
Leysaløtan
Leysaløtan - Øll sendingin - 24. jan 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Jørgen Niclasen, um arbeiði sum lands­stýris­maður í fíggjarmálum
Metis
Samrøða: Simon Nordendal frá DroneDirector, um hansara royndir við fjarstýrdum drónum
Metis
Samrøða: Terje B. Vestergaard, sum er varaborgar­stjóri í Runavíkar kommunu
Metis
Samrøða: Jørgen Niclasen, um støðuna í Fíggjar­mála­ráð­num í løtuni
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Lýsing
Lýsing

Loynifundurin við Feng Tie - leggið fakta fram!

Lesarabrøv, Politikkur, Uttanlands | 03/12-2019 17:30

Nú gita eisini útlendskir miðlar Feng Tie-fundin. Eitt git er, at sjálvur fundurin var prógv um, at Huawei verður brúkt av kinesisku stjórnini. Bara landsstýrið kann steðga gitingunum – við at leggja fakta fram.  

Hví kallaði kinesiski sendiharrin, Feng Tie, landsstýrið á fund 11. november? Tað einasta vit vita eru orðini frá tíðandaleiðaranum, Georg L. Petersen um, at hetta hevur týdning fyri alt Føroya fólk, og nakað, sum vit eiga at vita. Tí vil hann so fegin vil sleppa at fortelja okkum tað. 

Og Georg er ikki so ábyrgdarleysur, at hann kundi funnið uppá at sagt nakað, sum kann skaða okkum, um hann sigur tað alment.

Talan kann altso IKKI vera um eymar spurningar, sum seta trygd ella avgerandi áhugamál í vanda, um søgan verður fortald.

Tað er altso alvorligt – men landsstýrið vil hava tað tagt burtur. Hvat kann tað vera?

Marknaðurin
Tað hevur sjálvandi verið dúgliga gitt um hetta í allan dag. ”Søgan” um fútaforboðið er so góð, at gitingarnar bara fara at vinda uppá seg – bæði í Føroyum og Danmark. Inntil landsstýrið steðgar teimum við at leggja fakta fram.

Og tá tað verður gitt millum manna kortini, kann mann akkurát tað sama gera tað alment: Mest endurtikna gitið er, at landsstýrið hevur fingið hesi boð:

Vissi almenna føroyska fyritøkan Føroya Tele ger sáttmála við kinesiska Huawei um 5G-netið í Føroyum, so stendur tann risastóri kinesiski marknaðurin opin fyri Føroyum. Steingja vit fyri Huawei, so verður trengri hjá føroyskum vørum at koma inn á kinesiska marknaðin.

Hetta verður gitt, tí tað er ikki óvanligt, at Kina brúkar atgongdina til sín velduga marknað fyri at fáa sín vilja. Tað sóu vit m.a. tá norska nobelnevndin lat einum persóni nobelfriðarheiðurslønina, sum var kritiskur móti Kina. Norskt vinnulív misti snøgt sagt atgongdina til kinesiska marknaðin í mong ár.

Hevði hetta hent hjá okkum, hevði tað verið ein ordans smeitur.

Landsstýrið blandar seg ikki – og dog
Boðini frá landsstýrinum eru, at Føroya Tele eigur avgerðina – og dog.

Tað er eisini sagt úr Tinganesi, at koma nøkur prógv á borðið, sum vísa, at Huawei samstarvar tætt við kinesisku stjórnina, so er støðan øðrvísi.

Helgi Abrahamsen hevur sagt, at hann ikki lurtar eftir USA, men eftir Forsvarets Efterretningstjeneste, sum gevur ”neutralar” upplýsingar, sum hann málber seg. Og boðini frá FE hava verið, at eingin prógv eru um nakað við víkjandi Huawei.

Men tað, sum stendur um Kina í seinastu almennu rapportini frá donsku fregnarstænastuni, er m.a. hetta:

”Kina har samtidig siden etableringen af Det Nationale Sikkerhedsråd i 2013 iværksat reformer af landets nationale sikkerhedslovgivning. Reformerne har blandt andet medført en række lovændringer og nye love relateret til Kinas nationale sikkerhed, heriblandt en opdatering af Kinas lov om kontraspionage (2014), Kinas nationale sikkerhedslov (2015), Kinas anti-terrorlov (2016), Kinas cybersikkerhedslov (2016) samt Kinas efterretningslov (2017). Sidstnævnte lov formaliserede de kinesiske efterretningstjenesters mulighed for at pålægge virksomheder, organisationer eller enkeltpersoner at udlevere oplysninger, der har betydning for Kinas nationale sikkerhed.”

Og meira nágreiniliga um 5G stendur hetta:

”En række kinesiske teknologivirksomheder har på få år etableret sig som internationalt konkurrencedygtige. Investeringer i forskning og udvikling har f.eks. sikret kinesiske virksomheder en førerposition på bl.a. 5G-området, men har samtidig tiltrukket sig global opmærksomhed. Håndteringen af de teknologiske og sikkerhedsmæssige udfordringer forbundet med 5G- og kinesisk teknologi er hidtil blevet håndteret forskelligt og ikke koordineret af de enkelte lande i Europa. Der er i den forbindelse bl.a. opmærksomhed på spørgsmålet om den kinesiske efterretningslovgivning fra 2017 og risikoen for, at kinesiske efterretningstjenester i en given situation vil kunne pålægge kinesiske virksomheder at udlevere oplysninger.”

So hóast Forsvarets efterretningstjeneste hevur sagt við Helga Abrahamsen, at eingi prógv eru, so umrøður stovnurin altso kortini vandin.

Var hetta eitt prógv?
Eg havi IKKI skil fyri teknikkinum internetrygd. So hvørjum skal mann trúgva?

Fólk frá Huawei-Danmark hava verið so vinalig at geva mær eina drúgva frágreiðing um hetta, sæð úr teirra sjónarhorni. Tað virkaði sannførandi.

Hinvegin: At afturvísa tí, sum amerikanskir diplomatar siga, er eisini trupult.

Tann stóru spurningurin er hesin: Er Huawei ein óheft fyritøka, ella er hon – ella kann hon gerast – eitt amboð í hondunum á kinesisku stjórnini?

Helgi Abrahamsen hevur einki prógv sæð um tað seinna, sigur hann. Tað havi eg heldur ikki. Men umrødda lóggáva letur altso upp fyri møguleikanum.

Helgi sigur, at hann ger einki, so leingi eingi prógv eru á borðinum. Tað má vælsaktans hinvegin merkja, at hann GER okkurt, um prógv ERU á borðinum. Og hevur Feng Tie, ambassadørur, knýtt føroyska atgongd til kinesiska marknaðin at Huawei í Føroyum - so er prógvið har. So var sjálvur fundurin millum ambassadørin og landsstýrið eitt prógv.

Hvat ger Helgi so?

Her eru nógv atlit at taka: 

Viðurskiftini við USA – ikki minst nú hernaðarliga virksemið kring Føroyar helst fer at økjast. Atgongdin til kinesiska marknaðin. Viðurskiftini við grannalond – eisini Danmark. Trygdin hjá føroyingum. Framtíðin hjá Føroya Tele sum veitari av tænastum til oljuplattformar. Og mangt annað.

Eg veit ikki hvat er rætt – men eitt er vist: Hetta má viðgerast í opinleika.

Loyniligir fundir og fútaforboð er tað ringasta sum kann henda fyri júst hetta málið.

Sjúrður Skaale,
Fólkatingsmaður

 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Veðurlagsstevnan í Madrid miseydnaðist tíbetur
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Nú er Lands­felagið Børn og Samvera stovnað
R7 Premier League (46) - 27. jan 2020
Amerikanskur útvarpsvertur húðflettir Obama
Eigur tú hetta ? ella veitst tú hvat hetta er ?
Vit knýttu eitt pottalok í dorgina hjá honum og loraðu hana út í sjógvin. Á botn.
MYNDARØÐ: 10 ára gamli dreymurin nærkast veruleika­num
Maður dømdur fyri harðskap móti fyrrver­andi unnustuni
Stórur fundur á Hotel Føroyum
Samrøða: Jørgen Niclasen, um arbeiði sum lands­stýris­maður í fíggjarmálum
Samrøða: Jørgen Niclasen, um støðuna í Fíggjar­mála­ráð­num í løtuni
Samrøða: Terje B. Vestergaard, sum er varaborgar­stjóri í Runavíkar kommunu
Fóðurflakin á Víkum sleipaður á Vestmanna
Í dag er altjóða mótmælisdagur móti 5G, men ikki í Føroyum
MYNDARØÐ: Jákup Andreasen lagt frá sær
Metodistiska trúarrørslan í tvíningar?
Harvey Weinstein gjørt semju við 30 kvinnur og í rættin fyri aðrar
Erbylgju­felagið er niðurlagt
Sverigesdemokratar­nir fáa nú mestan stuðul í meininga­kanning
Samrøður um Tvøroyrar Diskotekklubba og komandi tiltakið "Crazy Show"
Samrøða: Thormann Kruse, um hvørjar orkuloys­nir føroyingar hava at velja ímillum
Tjúgu verkætla­nir fáa stuðul frá Fiski­mála­ráðnum
Metis - Øll sendingin - 28. jan 2020
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Metis - Øll sendingin - 28. jan 2020
R7 Premier League
R7 Premier League (46) - 27. jan 2020
Andøvsløtan
Veðurlagsstevnan í Madrid miseydnaðist tíbetur
Andøvsløtan
Sverigesdemokratar­nir fáa nú mestan stuðul í meininga­kanning
Andøvsløtan
Ring og góð bókatíðindi úr Bretlandi
Andøvsløtan
Metodistiska trúarrørslan í tvíningar?
Andøvsløtan
Kenya og Zambia eru fallin í skuldardeyðsfelluna Kina
Andøvsløtan
Harvey Weinstein gjørt semju við 30 kvinnur og í rættin fyri aðrar
Andøvsløtan
Finnland fingið fyrrv. kassadamu sum forsætis­ráð­harra
Andøvsløtan
Amerikanskur útvarpsvertur húðflettir Obama
Leysaløtan
Samrøður um Tvøroyrar Diskotekklubba og komandi tiltakið "Crazy Show"
Leysaløtan
Samrøða: Thormann Kruse, um hvørjar orkuloys­nir føroyingar hava at velja ímillum
Leysaløtan
Samrøða: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen, um 20 ára føðingar­dagin hjá Lindini
Leysaløtan
Samrøða: Jógvan Skorheim, borgar­stjóri í Klaksvík, um vitjan til vinarbýin Skt Pætursburg
Leysaløtan
Leysaløtan - Øll sendingin - 24. jan 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Jørgen Niclasen, um arbeiði sum lands­stýris­maður í fíggjarmálum
Metis
Samrøða: Simon Nordendal frá DroneDirector, um hansara royndir við fjarstýrdum drónum
Metis
Samrøða: Terje B. Vestergaard, sum er varaborgar­stjóri í Runavíkar kommunu
Metis
Samrøða: Jørgen Niclasen, um støðuna í Fíggjar­mála­ráð­num í løtuni
Ymiskar sendingar
Miðvika við Kára P. Højgaard (8) - Gestur: Absalon Matras
Nýggjastu tíðindi