Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Stemmen er Astrups

Innanlands, Lesarabrøv, Vinnulív | 08/12-2019 13:00

Fyri nærum fýra árum síðan varð okkara Public Service stovnur KVF spentur fyri vognin hjá Jørn Astrup Hansen í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik banka.

KVF gloypti søguna, soleiðis sum Jørn legði hana fram.

Jørn fekk definitiónsrættin uppá allan sannleikan í skattamálinum og bleiv harvið krúnvitni hjá KVF.

Tað er bæði skemtiligt og ræðandi, at ein stovnur, sum árliga hevur eini 70 mió. kr. í ryggin av lisensgjøldum frá øllum føroyskum borgarum yvir 23 ár, og sum hevur lógarásetta skyldu um objektivitet í sínum tíðindaflutningi, átekur sær nakað, ið minnir um eina advokatuppgávu.

Men so bleiv. KVF tók klientin Jørn undir sínar veingir.

Skal góður journalistikkur yvirliva og hava álit millum vanliga fólkið, er neyðugt at nakrar grundleggjandi meginreglur verða yvirhildnar.

Miðlan av einum máli skal í minsta lagi uppfylla hesi krøv:

• Óheft
• Kritisk
• Førleika

Í dekninginum av skattamálinum uppfylti KVF einki av omanfyri nevndu krøvum.

Av tí at stovnurin hevði greiða partsstøðu í málinum, var stovnurin ikki óheftur. Við greiðari partsstøðu bar ikki til at vera kritiskur móti sínum egna klienti.

Hvat førleika viðvíkur er stutt at siga, at skattamálið fekk onga reella fakliga viðgerð í KVF, helst tí at førleikin ikki var til staðar.

Týðandi skjøl í skattamálinum vórðu ikki tikin við í dokumentarunum hjá KVF - upplýsingarnar í hesum skjølum ”vendu skeivt”.  

Spreingingin gekk av
Kringvarpið hevði við hesi kós sett kringvarpslógina til viks og livdi eitt farligt lív. Men fyri KVF klientin Jørn spældi klaverið júst sum hann vildi. Og hann kallaði henda leik enntá fyri ”kritisk journalistik”.

Men KVF var á vandakós, og keisarin í Sortudíki var nakin. Hetta mátti endað galið – tað var bara ein spurningur um tíð og tað bleiv lagnunar speisemi, at spreingingarnar gingu av inni í sjálvum KVF stovninum, har ruðuleikin bleiv fullkomin.

Tað, sum sendingarnar í ólukkumát manglaðu við reellari fakligari viðgerð og faktuellum og sakligum innihaldi, varð supplerað við løttum kreativum undirhaldi.

Talan varð mest um undirhaldandi og niðrandi kampagnejournalistik, helst tí at KVF ikki megnaði at lyfta málið fakliga.

Tað er óivað stuttligt hjá mongum hyggjarum, at síggja dronuupptøkur Yviri við Strond, ella upptøkur frá aðalfundinum hjá TF samtakinum á Hotel Hafnia, har menn og kvinnur verða fangað í margháttligum vinklum, sveimandi við stressmappum, í svørt/hvítum slowmotion upptøkum, afturvið myrkum tónleiki.

Men stalking, stigmatisering, happing, filmtricks og ljóðeffektir úr Hollywood hava ikki serliga nógv við skattamálið at gera, og slík “prógv” høvdu ikki vigað tungt í einum rættarsali, hóast tað kanska kann hugtaka og undirhalda ávísar sjónvarpshyggjarar.

Hví dumpaði KVF?
Tað er neyvan nakað at ivast í, at størsta mistakið hjá KVF var, at stovnurin staðfesti ókritiskt frá fyrsta degi, at Jørn hevði rætt, og at øll hini tóku feil.

Málið bleiv svart og hvítt.

Við hesum hugburði hevði stovnurin sjálvur lagt lunnar undir framhaldandi miðling av skattamálinum.

Sjálvandi skal Eik banki og Taks hava kritiskar spurningar. Men ein óheftur og gløggur journalistur hevði eisini sett onkrum øðrum viðkomandi spurningar, serliga eftir at hava staðfest eina kronologiska gongd í skattamálinum sum lýst niðanfyri:

22. juni 2015: Bankin fær játtað ein skattafrádrátt frá TAKS uppá ½ mia. kr.

1. des. 2015: Finansiel Stabilitet selur øll síni partabrøv í Eik (30%) til TF Holding, og TF er nú einsamallur eigari av bankanum.

11. jan. 2016: Jørn tekur seg úr nevnd bankans sum mótmæli móti játtaða skattafrádráttinum í juni.

Ein skilagóður eygleiðari, ella kritiskur journalistur átti nú at spurt nakrar spurningar, ið liggja beint til høgra bein:

• Um Jørn metir, at frádrátturin frá juni 2015 er ólógligur, hví ger hann so ikki vart við hetta fyrr enn ½ ár seinni? (sambært nevndarformanninum í Eik varð skattamálið á dagsskrá á nevndarfundi í august 2015. Astrup var ikki á fundinum, men hann móttók 31. aug. fundarprotokollina og hevur við undirskrift váttað, at hann hevur kunnað seg um innihaldið)

• Hví kom mótmælið frá Jørn beint eftir at TF yvirtók øll partabrøvini í bankanum?

• Um partabrævasølan ongantíð var farin fram, og eigaralutfallið í bankanum millum Fin. Stabilitet og TF framvegis var 30/70, høvdu vit so nakrantíð havt eitt skattamál?

• Førdi partabrævasølan í des. 2015 til, at Jørn nú brádliga hevði onkran egináhuga í málinum og tí mótmælti einum frádrátti, sum hann annars, við óvirkni, hevði “góðkent” í ½ ár?

Omanfyri nevndu spurningar eru so grundleggjandi í øllum málinum, at mann undrast á, hví miðlaviðgerðin ongantíð tók hetta við.

Jørn og avtalan
Hevur tú havt starvstilknýti til ein pengastovn er tagnarskyldan eisini galdandi eftir at tú ert farin úr starvinum.

Skal mann trúgva tí sum bankin alment hevur upplýst, so váttaði Jørn, eftir at hann var farin úr nevndini, at hann hevði destruerað øll skjøl í samband við sítt starv í bankanum.

Seinni fekk pressan fundarprotokollir frá “loyniligari” keldu, og KVF hevur alment útnevnt Jørn til whistleblower.

At ein miðil setur navn á varskógvaran og samstundis sigur seg verja sína “loyniligu” keldu, er lítið umhugsað og ljóðar ikki sørt skemtiligt.

Bakbit og avtala
Jørn skuldsetti í 2016 Eik banka fyri skattasvik. Bankin stevndi fyri bakbit. Tann 31. mars 2017 gjørdi Jørn og bankin eina semju.

Í semjuni stendur m.a.

JAH bekræfter, at han ikke har haft til hensigt at beskylde banken eller dennes ledelse for at have forsøgt at begå skattasvig, ligesom han ikke har givet udtryk for, at banken bevidst har givet TAKS urigtige oplysningar med henblik på at opnå et skattafradrag. JAH beklager, at bankens ledelse har opfattet kritikken som udtryk herfor.

Fáar dagar seinni segði ÚF í einum tíðindainnslagi, at Jørn ikki vildi gera samrøðu við ÚF, av tí at hann hevði gjørt semju við bankan.

Men nakrar dagar seinni (6. juni) er Jørn gestur í Degi og Viku.

Í hesi samrøðu endurtekur Jørn, eftir míni metan, skuldsetingar, hann annars skrivliga hevur tikið frástøðu frá.

Táverandi tiðindaleiðarin í KVF var vertur og las dúgliga úr avtaluni og Jørn gjørdi viðmerkingar.

Seinastu regluna í avtaluni las tíðindaleiðarin kortini ikki upp.

Har stendur: Parterne har aftalt ikke at kommentere dette forlig yderligere i offentligheden.

Hvør eigur røddina aftanfyri røddina?
At eg persónliga eri vorðin skjótiskiva hjá Jørn oyðileggur als ikki mín náttarsvøvn. Men hansara insinueringar um mína skriving um skattamálið eru beinleiðis lygn.

Eg úttalaði meg fyrstu ferð um málið fyri nærum trimum árum síðan, í eini samrøðu við Helga Abrahamsen, ið tá starvaðist á Norðlýsinum.

Tá legði eg navn til ein stubba sum nevndist “Hvat vendir upp og hvat vendir niður í skattamálinum”.

Eg greiddi m.a. frá, at KVF nam ikki við substansin í málinum men leitaði bert eftir gøluni.

Í aug. 2017 var eg, sum so mangur annar, gott troyttur av KVF dekninginum og skrivaði tí eina grein um málið. Eg hevði ikki gjørt upp við meg sjálvan um hetta skuldi almannakunngerast.

Greinin “Karaktermorð fyri almennar lisenspengar”, lá í nakrar vikur, og eg sendi hana til einar 7-8 persónar.

Ímillum hesi vóru skattaserfrøðingar, løgfrøðingar umframt journalistar, við drúgvari starvstíð í KVF.

Eingin av hesum persónum hevði havt nakað tilknýti til Eik banka ella TAKS. Og eingin persónur ið hevði havt tilknýti til bankan ella TAKS, hevur biðið meg skriva nakað um hetta mál, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Hetta var og er eina og aleina mín egna avgerð.

Jørn Astrup skrivar um mína grein: Stemmen var Símuns men....

Teir 7-8 persónarnir ið lósu greinina, mæltu mær staðiliga til at gera greinina almenna, sum eitt neyðugt íkast til almenna kjakið og mótvekt móti einvegis dekninginum hjá KVF.

Greinin stóð í Sosialinum tann 4. okt. 2017 og vakti nógv størri ans enn eg hevði ímyndað mær.

Skal eg trúgva tí, sum er komið fram seinastu dagarnar, so broytti greinin eisini gerandisdagin í KVF.

Tað eri eg hvørki fegin ella harmur yvir.

Men hóast greinin fekk nógva almenna umrøðu og eg framvegis møti fólki ið umtala hana, so varð hon ongantíð umtalað við einum einasta orði í KVF.

Jørn tyktist hinvegin altíð at hava eina heita linju beint inn í prime time tíðindastudio í Sortudíki.

Eg fari til seinast at kunna Astrup um, at henda greinin heldur ikki er skrivað “med påholden pen” ella eftir áheitan frá nøkrum.

Símun Absalonsen
Statsaut. revisor


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi